Keypið av Schooner og Ketch endaliga avgreitt

Faroe Petroleum boðar í morgu frá, at keypið av Schooner (53,1%) og Ketch (60%) framleiðslueindunum frá Tullow Oil, nú er endaliga avgreitt.

Faroe Petroleum boðar í morgu frá, at keypið av Schooner (53,1%) og Ketch (60%) framleiðslueindunum frá Tullow Oil, nú er endaliga avgreitt.

 

Eindirnar liggja í suður Norðsjónum á bretskum øki. Við keypinum gerst Faroe fyristøðufelag á báðum eindunum.

 

Faroe metir, at við ársbyrjan var framleiðandi tilfeingi í Ketch og Schooner umleið 34 mia. rúmføtur (bcf) av gassi og 300.000 tunnur av dropagassi. Umroknað til olju svarar hetta til 5,9 mió. tunnur av olju, netto til Faroe.

 

Miðalframleiðslan fyri fyrra hálvár 2014 var umleið 3.700 tunnur um dagin til Faroe (gass umroknað til olju).

 

Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at Ketch og Schooner eru dygdargóðar framleiðslueindir, sum felagið kennir væl og sum kunnu geva munandi vakstrarmøguleikar í einum av okkara kjarnuøkum. Felagið fegnast um at økja munandi um oljuog gassframleiðsluna, og soleiðis gera inntøkugrundarlagið hjá felagnum meiri fjøltáttað. Felagið hevur stórt framflutt skattahall í Bretlandi, slakar kr. 700 mió., sum kunnu setast ímóti inntøkunum av nýggju framleiðsluni.

 

Sostatt verður nýggja inntøkan skattafrí í nøkur ár, eins og at felagið fær skattligan ágóða av framtíðar leitikostnaðum í Bretlandi. Keypið er í tráð við okkara strategi um at økja framleiðsluna, soleiðis at vit framhaldandi kunnu fíggjað okkara munandi leitivirksemi.