Ókeypis Buss-samband á Kambsdala

Mark Joensen

Stór umbering til Elin Hentze (Norðurlandahúsið), tónleikabólkarnir The Royal Highness v.fl., Páll Finnur Páll, og the Dreams, fyri mína manglandi konsentratión viðv. Konsertini á Kambsdali 17. desember

Í eini roynd at veita okkara ungu trygdargóða ferðing til og frá áðurnevndu konsert, varð eg rættiliga tikin á bóli, tá ið starvsfólk frá Kunningarstovuni fríggjadagin tann 16. desember ringdi og bað um fleiri atgongumerki, tí at tey vóru útseld og gravgangur var.

Eg skilti ikki rættilga hetta, tí mikudagin ringdi eg oman, fyri at kannað, hvussu nógv atgongumerki vóru seld, tí tað var lýst á plakatum og á portalinum við at: »keypir tú atgongumerki áðrenn 14. desember (tvs. týsdagin 13. desember) koyrir tú ókeypis úr og aftur til Havnar«.
Niðast á plakatuni stendur tíðiliga, so eingin misskiljing skuldi vera »Avmarkað pláss«.

Mikudagin fekk eg at vita, at tey høvdu selt 6 atgongumerki, so tað varð í sjálvum sær ikki ein torfør uppgáva at loysa. Trupuleikin sum so tekur seg upp, tí at Kuningarstovan heldur áfram at selja atgongumerki aftan á 13. desember tvs. bæði mikudagin, hósdagin og fríggjadagin, og tað bleiv gjørt, tí tey ikki fingu fatur á mær fyri at spyrja, um tey kortini skulu halda áfram at selja atgongumerki og tóku tískil sjálvi eina avgerð, greiður starvsfólkið mær frá (fríggjadagin).

Sjálvur helt eg tað vera rímuligt, at eg skuldi gera mítt til, at tey sum kortini høvdu keypt sær atgongumerki til konsertina fingu fart (eisini sjálvt um tey ikki høvdu rætt til ókeypis ferðing).

Eg ringdi síðani til teir sum vanliga taka sær av náttarbusskoyringini, Quickbusskoyring V/Bjarna Clausen og eg greiði gjølla frá, hvussu støðan er. Teir vátta fyri mær, at tað er í lagi og skulu tryggja mær, at tríggir bussar fara at standa klárir og taka ímóti fólki (120 sitandi tils.)

Í góðari trúgv kann eg nú fara avstað til Kambsdalar og leggja mína orku í at veita eina vónandi góðskugóða og yrkisvenda konsert.

So vil eg annars brúka hetta høvi at heita á Tórshavnar kommunu at syrgja fyri, at ungdómurin fær eitt hóskandi stað til konsertir v. m.

Tað munnu vera sera nógv foreldur, sum geva mær viðhald í at lata ungdómin fara út á landsvegirnar í vandaferð fyri at kunna stuttleika sær í tónleikinum er púrasta burturvið. Og um so skal vera, haldi eg at tað er upp á sítt pláss, at Tórshavnar kommuna skipar fyri, at nøktandi og trygdargott bussamband er í lagi fyri at tryggja okkum foreldur, at tey ungu sum jú eisini eru borgarar í kommununi, fart.

Tað er als ikki ein løtt uppgáva at nøkta tørvin hjá einum tannáringi, má ásannast, men eg haldi tað vera sera mentunarliga fátaksligt, at høvistaðurin ikki kann hýsa ungdóminum v. fl. innivist undir umstøðum, sum eitt nú t. d. í Mentanarhúsið í Fuglafirði.

Ein av orsøkunum til at Norðurlandahúsið setti seg í sambandi við meg (er mín áskoðan) viðv. samstarvi, er tí at tílíkar konsertir ikki júst eru egnaðar at hava í Norðurlandahúsinum, sjálvt um ljóð og ljósviðurskifti og útgerð neyðvan kann fást betur.
Í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum í Fuglafirði eru fastar ljóð og ljósinnstallatiónir, og tað lættir sjálvandi ómetaliga nógv um, tá ið tiltøk og konsertir eru.

Skal man við einum »mobil P. A. ljóð og ljos anlegg« hava konsertir í eini ítróttarhøll, sum frá fyrstanni tíð als ikki eru tilætlað og tillagað nútímans ljóð og ljósútgerð, skal tað ikki nógv til at okkurt gongur gali.

Viðv. konsertini í høllini á Kambsdali, so sluppu vit ikki inn í Høllina fyrr enn kl. 16:00, og longu har byrjaði »trupuleikarnir« leygarkvøldið.

»Húsini« kunnu kanska hava 14 dagar til 3 mán. + 6 til 10 fólk at gera ljóð, ljós og pall til tílíka konsert sum tann á Kambsdali, eg kann gera tað einsamallur upp á nakrar tímar, og kortini leverað »Vøruna«.

Men rætt skal vera rætt, eg megnaði ikki mína uppgávu leygarkvøldið.

Og til tín, Lillian Holm Mortensen, tá ið man fer so langt sum at fara í ÚF um stórmálið áljóðandi kr. 130,- so má tað hava nógv at siga hjá tær at koma til (mín)i tiltøk, tað eri eg sera harmur um, men eg vóni við hesum, tú hóast alt hevur fingið loyvi til at hoyra, hvussu ein onnur síða av sakini er.

Tá eg nevni »onnur síða av sakini«, eri eg sera ovfarin av, at Jógvan Jespersen, stjóri í ÚF, loyvir tílíka negativa útstilling av navni, uttan at viðkomandi hevur fingið loyvi at gera viðmerkingar. Sjálvur haldi eg, at øll skulu hava ein møguleika í samfelagnum, so eg kann ikki rættiliga ímynda mær, at Jógvan Jespersen hevur sagt, at júst hesin skal ikki koma til orðana.

Ikki tí, eg haldi tað er sera demokratiskt, at ein 16 ára gomul genta kann kara sína neyð um kr. 130,- í eina seriøsari tíðindasending nakrar fáar tímar aftan á, at viðkomandi tannáringur føldi seg skeivt viðfarnan, og tað er hóast alt eisini vónandi við til at seta ein dialog í gongd um,, hvussu út av lagi vánalig støðan er hjá teimum ungu, sum eg fyrr havi nevnt. Tað frøist eg sjálvandi um, men eg haldi ikki, at hatta var rættur fremferðarháttur, í hvuusu so er skal tað vera »ordiliga« demokratiskt, Jógvan.

Annars vil eg ynska øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár.