Ókeypis bussar til mótmælistiltak

Í sambandi við stóra mótmælistiltakið í Havn í morgin - leygardagin hin 3. desember klokkan 12 - verða bussar, sum koyra úr Norðoyggjum, Eysturoynni og Norðstreymi.

Sonja J. Jógvansdóttir sigur í tíðindaskrivi, at bussar koyra ókeypis úr Klaksvík, Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Toftum, Runavík, Skálabotni, Oyrabakka, Tjørnuvík, Streymnesi, Hósvík, Kollafirði og Vestmanna.

- Vit byrja á Farstøðini klokkan 12 og vænta eisini, at nógvir suðuroyingar og sandoyingar eru komnir við Smyrli og Teistanum, sum ávikavist fara av Krambatanga og Skopun klokkan 9.30, verður lagt aftrat.

Ferðaætlan í sambandi við mótmælistiltakið verður henda:

Bussur koyrir úr Klaksvík klokkan 10, av Muntra í Fuglafirði klokkan 10.30, frá húsunum hjá Leirvíkar Arbeiðarafelag klokkan 10.10, úr Gøtugjógv klokkan 10.20, av Toftum klokkan 10 og steðgar í Runavík og Skálabotni.

Úr Tjørnuvík verður koyrt klokkan 10, av Oyrarbakka klokkan 10.30 og steðgar í Streymnesi, Hósvik og í Kollafirði á veg til Havnar.

Úr Vestmanna koyrir bussur av bryggjuni klokkan 10.30.

Sonja J. Jógvansdóttir sigur, at avtalað verður í bussinum, nær koyrt verður heimaftur.

- Øll mótmælisfólk eru vælkomin við bussunum, sum eru ókeypis, verður lagt aftrat.