Flutningsvinna: Í sambandi við at býráðið hevur samtykt at borgararnir í Tórshavnar kommunu skjótt kunnu koyra ókeypis við býbussunum, sigur Magnus Fuglø, formaður í aksturvinnufelagnum Samfylking, at hetta verður steinur oman á byrðu hjá teimum sum koyra hýruvogn, soleiðis sum koyringin er í dag.
Vit hava havt samband við kappingarráðið, og teir bóðu okkum senda eitt skriv inn um málið, so teir kunnu viðgera tað á fundi.
Annars er tað hálvtannað ár síðan hýruvognsnevndin hjá býráðnum (ein trímannabólkur) varð settur at snikka eina nýggja hýruvognsreglugerð til, men har er einki hent.
Vit hava flerir ferðir rykt eftir reglugerðini, men teir lova, at nú verður tað heilt skjótt at hon verður løgd fram, men har er einki hent. Reglugerðin hevur 20 ár á baki og er ikki tíðarhóskandi í dag.
Formaðurin í hýruvognsnevndini hjá býráðnum hevur verið tann ídnasta at fáa bussarnar at koyra ókeypis. Eisini hevur uppskot verið frammi um, at náttarbussar skulu koyra alla náttina í vikuskiftinum. So framtíðarútlitini eru ikki góð í løtuni, sigur Magnus Fuglø.
Básar mangla
Í sambandi við hýruvognsbásarnar uttan fyri SMS, vóru vit á fundi við stjóran í SMS, Niels Mortensen, í summar, meðan stóra umbyggingin fór fram. Hann segði, at teir høvdu eisini hugsað um hýruvogarnar í sambandi við parkeringabásarnar. Tekniska deild hjá býráðnum fór at skelta parkeringsbásaranar og eisini hýruvognsbásarnar. Higartil hava teir bert skeltað parkeringsbásarnar til bilarnar hjá kundunum, men ikki til hýruvognarnar, sigur Magnus Fuglø.
Samfylking harmast um at hýruvognsvinnan ongan góðan eigur, og at myndugleikarnir ikki hjálpa teimum at fáa skipaði viðurskifti, soleiðis at tað ber til at liva av at koyra hýruvogn í Tórshavnar kommunu, sigur Magnus Fuglø, formaður í felagnum.
Hýruvognsvinnan hevur tað ikki lætt í Tórshavnar kommunu. Talan er um eina vinna burturav, sum góðar 60 familjur í kommununi skulu liva av. Ringt er hjá einum hýruvognseigara at fáa endarnar at røkka saman, hóast hann hevur langar arbeiðsdagar allar yrkadagarnar í vikunu. Teir eru eisini noyddir at hava bilarnar koyrandi um næturnar í vikuskiftinum, fyri at tað í heila tikið kann hanga saman, sigur Magnus Fuglø, formaður í aksturvinnufelagnum Samfylking.