Tað at tryggja tíni børn eigur at vera eins nátúrligt sum tað er at tryggja tær bilin ella húsini.
Tað sigur Mortan Poulsen, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, sum frá í dag og árið út bjóðar øllum brønum undir 18 ár, sum tekna barnavanlukkutrygging, ókeypis trygging fyrsta árið.
Mortan Poulsen sigur, at tað bara eru millum 10 og 15% av fólkinum, sum hava vanlukkutrygging, og tað halda tey á Tryggingarfelagnum Føroyar ikki vera serliga heppið.
Nú hevur verið so nógv tosað um tær kollektivu vanlukkutryggingarnar av skúlabørnum, hvørt tað eru kommunurnar ella Mentamálaráðið, sum hevur ábrygdina av teimum. Hetta kjakið leggja vit okkum ikki út í, men eg vil bara vísa á, at tær kollektivu tryggingarnar bert eru minimumstryggingar, og tær eru bara gladandi á ávísum geografiskum øki.
Tað sum vit bjóða er ein heiltíðarvanlukkutrygging, sum er galdandi allastaðni bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Mortan Poulsen.
Hóast ongar treytir eru um, at tryggingartakari skal hava allar sínar tryggingar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, so sigur Mortan Poulsen, at tey sjálvsagt rokna við at fáa fleiri kundar av einum slíkum tilboð.
Frá komandi ári at rokna fer Tryggingarfelagið Føroyar eisini at bjóða øllum nýføddum børnum slíkar tryggingar, sum tá ikki verða ókeypis.
Prísurin fyri eina vanlukkutrygging við upp til eina millión í útgjaldi fyri avlamni, er 1.000 krónur um árið. Um barnið gerst 100% avlamið, kann útgjaldið verða tvær milliónir krónur. Við deyða er gjaldið 17.000 sum ein jarðarferðarhjálp. Hetta er tí, at talan er um eina vanlukkutryggin, og tá er tað tørvurin hjá tí skadda, talan er um. Við deyða er eingin slíkur tørvur.
Teir vanligastu skaðarnir eru tannskaðarnir, sigur Mortan Poulsen. Teir verða sjálvandi eisini umfataðir av slíkari trygging.
Mortan Poulsen sigur at enda, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur boyrtt hugtakið fyri vanlukku í treytunum.
Hetta merkir m. a., at tilburðir, har vanlukkur standast av, at tann tryggjaði svímar ella verður ússaligur, eisini verða endurgoldnar, sigur Mortan Poulsen.