- Kreppan fyrst í nítiárunum gjørdi, at vit í Keypssamtøkuni máttu spara.
? Kappingin er eisini vorðin størri seinnu árini, men eg haldi kortini ikki, vit kunnu siga, at vit hava selt minni, sigur Finn Nielsen, stjóri í Føroya Keypssamtøku.
? Vit hava í grundini ongantíð selt so nógv sum seinasta ár. Tølini bíða vit tó við at leggja fram til á aðalfundinum 18. apríl.
Framgongd
og yvirskot
Eisini formaðurin í felagsstjórnini hjá Føroya Keypssamtøku, Sigrid Dalsgaard er væl nøgd við úrslitið.
? Roknskapurin verður lagdur fram á aðalfundinum. Tá ber til at fáa tað neyva úrslitið. Eg kann tó siga, at Keypssamtøkan hevur havt eina framgongd síðsta ár, og at vit hava eitt yvirskot.
? Úrslitini hava verið ymisk. Tað hava verið bæði góð og vánalig ár. Í kreppuárunum høvdu vit truplar tíðir, og okkurt ár eisini undirskot.
Góðar vørur so bíliga sum gjørligt
Tað er aðalfundurin, sum avgerð, hvat gerast skal við yvirskotið. Seinastu árini hevur yvirskotið ofta verið sett í ein tiltaksgrunn. Fleiri ár eru tó síðan, at yvirskotið ella ein partur av yvirskotinum hevur verið býttur millum limirnar. Hetta verður heldur ikki gjørt í ár, metir Sigrid.
Men hvussu skal kundin í Keypssamtøkuni so merkja, at fyritøkan hevur havt eitt yvirskot. Verða prísirnir niðursettir?
? Kundin skal merkja tað, sum hann altíð hevur merkt tað. Vit fara at hava góðar vørur at bjóða fram so bíliga sum gjørligt. Hetta hevur verið og er aðalmál okkara.
Hølisviðurskiftini
í Klaksvík
Stjórin í Føroya Keypssamtøku, Finn Nielsen, er eisini varin við at úttala seg um, hvat yvrskotið skal nýtast til.
? Vit eiga ikki at gera tær stóru íløgurnar, men eg haldi, at vit fyrst fara at loysa hølistrupulleikarnar í Klaksvík.
? Hølið í Klaksvík er leigað, men vit áttu at fingið egin hølir. Nær hetta skal gerast, veit eg tó ikki í løtuni, sigur Finn Nielsen.
100 starvsfólk
Føroya Keypssamtøka hev?ur í dag umleið 100 fólk í starvi. Umroknað til heiltíðarstørv svarar tað til eini 70 fólk.
Áðrenn kreppan rakti landið, starvaðust fleiri fólk í Keypsamtøkuni, men eins og í so nógvum øðrum fyritøkum, varð Keypssamtøkan eisini noydd at skerja á starvsfólkaøkinum.