Keypt líkvogn

Sunda kommuna: Á seinasta fundi í bygdaráðnum var eitt mál um líkflutning til viðgerðar.
Til málið vóru komin tvey uppskot ? eitt um at gera avtalu við eitt líkflutningsfelag, eins og eitt um at keypa ein vøruvogn til endamálið. Í hesum sambandi verður ein av bilunum hjá kommununi seldur.
Fíggingin er í báðum førum tann sama, og mælti fíggjarnevndin til at henda upphæddin varð játtað av tveimum konti, harav onnur teirra var merkt til líkflutning.
Meirilutin í nevndini samtykti uppskotið við seks atkvøðum fyri og fimm ímóti, um at keypa henda vøruvognin til endamálið.