Á sosialu miðlunum er ein fakturi í umferð, ið eftir øllum at døma vísir, at kona Volodymyr Zelenskyj, Olena Zelenskaja, hevur keypt ein Bugatti fyri 4,4 milliónir dollar – ella góðar 30 milliónir krónur. Bæði Euronews og BBC News hava skriva um søguna.
“Soleiðis verða stuðulskrónur okkara brúktar,” skrivar ein brúkari.
Talan er tó um falstíðindi.
Franska fyritøkan hevur sjálv víst aftur, at Olena Zelenskaja hevur keypt ein bil frá Bugatti, og fyritøkan vísir á, at fakturin sum er í umferð, er falskur. Fleiri lógarkravdir upplýsingar mangla á fakturanum, prísirnir eru skeivir, stavivillur eru og grafikkurin er eisini gamal, sigur fyritøkan millum annað.
Russland hevur leingi brúkt falstíðindi í sínum royndum at sáa sundurlyndi í vesturheiminum. Russiskir ‘bottar’ blandaðu seg til dømis upp í fólkaatkvøðuna um Brexit í 2016 og russiskir hakkarar løgdu seg út í amerikanska forsetavalið seinni sama ár. Teir stólu millum annað eina rúgvu av teldupostum hjá Hillary Clinton og Demokratiska flokkinum.
Serfrøðingar siga, at falstíðindini av hesum slagi eru ætlað veljarum í USA, sum í november skulu á forsetaval.
##med2##