Kenan Hajdarevic verður ikki við KÍ liðnum, sum í morgin spælir móti TB. Framherjin úr Bosina Hersogovina hevur ikki fingið arbeiðis- og uppihaldsloyvi.
Les eisini: Dyggur smeitur fyri FC Suðuroy
Í gjár skrivaðu vit, at FC Suðuroy verður uttan Mamuka Toronjadze, Valerian Lobashvili og Christian Ibeagha, tí arbeiðis- og uppihaldsloyvini ikki eru komin fram tíðs nokk. Hendan trupulleikan hevur KÍ eisini viðvíkjandi Kenan Hajdarevic.
Loyvini hjá Mayowa Alli, Evrard Blé og Ndende eru øll upp á pláss.
Effo-deildin: 1. umfar
Sunnudagin
HB-AB (15:00)
NSÍ-FC Suðuroy (15:00)
Víkingur-ÍF (15:00)
TB-KÍ (15:00)
EB/Streymur-B36 (15:00)