KÍ dumpaði við Margáir

Meistararnir trýstu nógv síðstu løtuna, men EB/Streymur bæði vardi væl og var onkra ferðina tætt við at skora

Greipuvinnararnir úr Klaksvík eru ikki á sama støði, sum teir vóru í fjør. Tað sást, tá ið teir í øðrum umfari vóru hepnir at vinna eitt stig á heimavølli ímóti NSÍ, og í vindinum og regninum í kvøld var tað ruddiliga staðfest, at rað als ikki er meistarasnitt yvir KÍ liðnum.

 

Við Margáir endaði tað málleyst. Tað er av álvara vunnið stig fyri EB/Streym, sum var fyri eyðmýkjandi 3-0 heimatapi ímóti AB. Hetta er fyrsta ferðin í 26 dystum, at EB/Streymur vinnur stig ímóti KÍ. Og tað er av álvara vónbrot hjá meistarunum.

 

KÍ hevði onkrar møguleikar. Jóannes Davidsen var stinnur í heimamálinum, og fleiri ferðir ofraðu aftarlaga staddu heimamenninir, tá ið KÍ royndi seg við skotum útifrá.

 

EB/Streymur var væl skipað í verjupartinum, og tað gekk ógvuliga illa hjá KÍ at bróta ígjøgnum verjuna. Tað eydnaðist ikki so væl í høgru hjá Jóannesi K. Danielsen og Árna Frederiksberg, sum tað plagar at gera, tá ið teir skapa vandamiklar støður í gjøgnumbrotum. Og so varð tað ikki álopsspæl við broddi í, men heldur um bóltflytingar við lítlari ferð, og so varð tað ikki so vandamikið, tí í nærdystunum løgdu klaksvíkingarnir ikki so nógv fyri, sum teir plaga at gera.

 

Miðvallarin Virgar Jónsson hevði bæði í fyrra og seinna hálvleiki heilt góðar royndir, og tað høvdu raski álopsspælarin Búi Egilsson og miðverjin Laurits Nørby eisini. Thomas Bjørn Miezan og Fríði Holm vóru ágangandi í borðunum, og sum heild var talan um sera gott arbeiðsavrik av væl skipaðum EB/Streyma liði, har Óli Eyðsteinsson og Kristian Svabo Eliasen vóru raskir í vinstra verjuboði.

 

Í næsta umfari, sum verður eftir landsliðssteðgin, fær KÍ vitjan Víkingi, meðan EB/Streymur fer at spæla á Skála.

 

EB/Streymur - KÍ 0-0

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

Hinir dystirnir í triðja umfari vera í morgin og mánakvøldið:

 

Í morgin leygardagin 21. mars:

 

NSÍ – AB: Høgni Madsen kl. 18.30

 

07 Vestur – Skála: Rúni Gaardbo kl. 18.00

 

B36 – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

 

Mánadagin 23. mars:

 

Víkingur – HB: Dagfinn Forná kl. 18.30