Valúrslit: Stórar bygdir hava einki valevni

160 fólk stilla upp til løgtingsvalið hesaferð, men einki valevni hevur skrásettan bústað í størri bygdum sum Hvalba, Kvívík, Sumba og Viðareiði.

Tað skriva valturslit.fo.

Tað eru færri og færri, sum stilla upp til løgtingsval. Tá Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi til løgtingsvalið í 2008 løgdu flokkarnir seg eftir at savna ein størri part av atkvøðunum hjá einstøkum valevnum, og tølini siga, at tað hevur ávirka hugin at stilla upp.

Í 1998 vóru 272 valevni. Í 2026 eru tey 160.

Í Hvalbiar kommunu, har tað búgva 628 fólk í Hvalba, Sandvík og á Nesi, er einki valevni hesaferð. Í Viðareiðis kommunu, sum telir 333 fólk, er heldur einki valevni. Í Kvívíkar kommunu er eitt valevni, sum hevur bústað á Stykkinum, men einki valevni hevur bústað í Kvívík, har tað búgva omanfyri 400 fólk. Og einki valevni hevur bústað í Sumba hesaferð – eitt valevni býr kortini á Økrum, sum er partur av Sumbiar kommunu.

Nógv tey flestu av teimum, sum stilla upp hesaferð, hava skrásettan bústað í Havn. 74 valevni búgva í Tórshavn, Hoyvík og á Argjum, umframt eitt valevni á Hvítanesi.

Í gomlu valdømunum er býtið av valevnum hetta:

Norðoya valdømi: 14

Eysturoyar valdømi: 27

Norðstreymoyar valdømi: 11

Suðuroyarstreymoyar valdømi: 79

Vága valdømi: 8

Sandoyar valdømi: 7

Suðuroyar valdømi: 14

Her eru valevnini skrásett at búgva hesaferð:

Tórshavn    53

Hoyvík    18

Klaksvík    10

Saltangará    7

Tvøroyri    6

Vágur    5

Sandur    4

Vestmanna    4

Argir    3

Leirvík    3

Miðvágur    3

Sørvágur    3

Fuglafjørður    2

Hósvík    2

Hvalvík    2

Norðskáli    2

Sandavágur    2

Strendur    2

Toftir    2

Velbastaður    2

Akrar    1

Ánirnar    1

Dalur    1

Eiði    1

Glyvrar    1

Haraldssund    1

Húsavík    1

Hvítanes    1

Kaldbak    1

Kollafjørður    1

Nes (Eysturoy)    1

Norðagøta    1

Norðdepil    1

Nólsoy    1

Oyndarfjørður    1

Oyrareingir    1

Porkeri    1

Runavík    1

Skála    1

Skopun    1

Søldarfjørður    1

Stykkið    1

Svínoy    1

Syðrugøta    1

Trongisvágur    1