KÍ-dystur verður vístur á Skarv

Mikudag hin 2. august letur føroyska barrin í Keypmannahavn, Skarv, dyrnar upp fyri fótbóltsfjepparum og áhugaðum og vísir dystin á einum 75 tumma flatskíggja.

Beinleiðis úr Gøteborg verður annað umfar av UEFA Champions League dystinum leiktur í Gøteborg millum svensku meistararnar BK HÄcken og føroyameistararnar úr KÍ.

 

Fyrri dysturin í Klaksvík endaði 0-0, tó at KÍ átti flestu farligu kjansirnar í einum nokk so jøvnum dysti.

 

Eigari og fyristøðukvinna á Skarv er Siri Thorsteinsson. Hon hevur sett seg í samband við Edmund S. Jacobsen fyri at lýsa tiltakið væl.

 

– Vit fara at prýða væl um mikukvøldið við fløggum, og væl er gjørt av PR, fortelja tey bæði í teirra fyrsta samstarvi.

 

Sum bónus bjóðar Skarv ein durasnaps frá Einari Waag.

 

Ókeypis atgongd er á Pilestræde 43 til søguliga fótbóltsdystin mikukvøldið klokkan 19. Dyrnar lata upp klokkan 18.

 

– Koyr á KÍ! siga stigtakararnir.

 

##med2##