Áki Egilsnes og KA úr Akureyri hava í kvøld vunnið sær uppflyting til bestu íslendsku hondsbóltdeildina, Ólisdeildina.
Í avgerandi dystinum var eingin ivi um hvat lið hevði uppiborið uppflytingina, tí KA vann stórsigur á HK við úrslitinum 37-25.
Sum ikki einaferð hevði Áki Egilsnes ein umráðandi leiklut í sigrinum, og hann setti sjálvur sjey mál í netið. Hetta var næsflest av øllum, aftanfyri liðfelagan, Andra Snær Stefánsson, ið skjeyt nýggju mál.
Sostatt bendir alt á, at ungi vestmenningurin fer at skjóta síni mál í fremstu íslendsku deildini komandi kappingarár, um ikki onnur lið fáa lokkað hann aðrar leiðir.