KÍ eigur góð tøl á Argjum

Fyrsta bríkslið millum AB og KÍ verður klokkan 17

Longu seinnapartin verður hol sett á triði síðsta umfar í EFFO deildini. Talan er um lyklauppgerð á Argjum, har heimaliðið fær vitjan av KÍ. Um heimaliðið vinnur, ella um úrslitið verður javnleikur, so er tað púra greitt, at AB eisini næsta ár verður partur av fremstu deildini.

Uttan mun til um KÍ megnar at vinna eitt ella trý stig, ella um tað enn eina ferð verður úrslitið, at bláa legan fer til hús sum av torvheiðum, so verður KÍ á pínubeinkinum fram til kappingarenda. Higartil í ár hevur KÍ verið ellivu ferðir á útivølli. Seks ferðir er einki stig vunnið, tríggjar ferðir hevur úrtøkan verið eitt stig, og tvær ferðir hevur úrtøkan verið trý stig.

Sigrarnir vórðu vunnir í tveimum teimum fyrstu dystunum á útivølli. Tann fyrri var 3-2 í Runavík, og tann seinni var 3-1 á Argjum.

AB og KÍ hava ikki spælt so ofta í landskappingini á Argjum. Umframt dystin fyrr í ár, so hittust liðini í 2009, tá ið KÍ vann 2-0. Í 2007 vitjaði KÍ tvær ferðir á Argjum, og tá vóru úrslitini 3-1 til KÍ og 3-1 til AB, sum ta ferðina vann fyri fyrstu og higartil einastu ferð í landskappingini á heimavølli ímóti KÍ.

Hjá KÍ eru miðvallararnir Henry Heinesen og Atli Danielsen og vongverjin Johan Jacobsen leikbannaðir. Síðuspælarin Álvur F. Christiansen er tøkur aftur eftir leikbann, og miðverjin Sørmundur Kalsø er tøkur aftur eftir skaðasteðg. Ísak Simonsen er framvegis plágaður av skaða.

Eftir tveir sigrar á rað var tað vónbrot fyri Sámal Erik Hentze og hansara menn, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku í tøttu uppgerðini í Trongisvági.

Síðani 2-0 tapið hava Símun Rógvi Hansen og Rói Danielsen fingið landsliðsboð. Landsliðsvenjarin segði í sambandi við úttøkuna, at hetta var staðfesting av góðu gongdini á Argjum síðani summarsteðgin.

Bjartur Kjærbo er darvaður av skaða, og tað er ivasamt, um Rógvi Poulsen er førur fyri at spæla. Hann noyddist av vøllinum ímóti TB. Tað er greitt, at vongverjin í vinstru, Beinir Ellefsen, ikki verður við. Eftir tvey gul kort og harvið útvísing fyri viku síðani, er Beinir Ellefsen, sum hevur verið millum mest støðugu spælararnar hjá argjamonnum.

AB-KÍ: Lars Müller kl. 17.00.

Tróndur Arge sigur frá dystinum. Rás2 byrjar at senda klokkan 16.