Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík, og tað er kæti í heimaleguni. 1-0 sigurin á EBS/Skála ber við sær, at KÍ aftur er topplið og harvið størsti favoritturin at vinna FM heitið.
Men tað stóð øgiliga nógv á, áðrenn sigurin var í pottinum. Í síðsta minutti hevði EBS/Skála dupultan møguleika, sum í tveimum førum bar við sær, at KÍ bjargaði á strikuni!
Sigursmálið skoraði veteranurin Rannvá B. Andreasen í síðstu sekundunum í 1. hálvleiki.
KÍ er á odda við 40 stigum, og EBS/Skála er næstfremst við 39 stigum. Tað eru bara hesi bæði liðini, sum hava møguleika at vinna FM. Bæði liðini hava spælt 15 dystir. Tað resta trý umfør.
Størsta avbjóðingin hjá KÍ verður á útivølli ímóti bronsuvinnarunum í HB, sum í kvøld hava vunnið 6-0 á heimavølli ímóti Víkingi. HB hevur 31 stig. So eigur KÍ heimavøll ímóti AB og útivøll ímóti ÍF.
EBS/Skála skal spæla á heimavølli ímóti Víkingi, á útivølli ímóti B36 og á heimavølli ímóti HB.
Næsta umfar verður sunnudagin 15. september. Síðsta umfarið verður 12. oktober.
-----
Tað resta tríggir minuttir í Klaksvík, har støðan framvegis er 1-0 til KÍ kvinnurnar ímóti EBS/Skála. Síðstu løtuna hava gestirnir sett KÍ undir trýst. Fleiri hornaspørk hava verið, men tað hevur ikki eydnast at javna, og stóra trýstið ber støðugt møguleikan fyri KÍ snarálopum við sær.
Stóra áskoðarafjøldin ger nógv um seg!
--
Tað resta tíggju minuttir, og tað er framvegis sera intenst og spennandi. Bæði liðini hava síðstu løtuna havt hvør sín risa møguleika. KÍ málverjin bjargaði fyrst meistarliga, og so sendi KÍ álopsspælari í góðari støðu á brotsteigarmarkinum bóltin dygst omanfyri málið hjá EBS/Skála.
----
Nú 2. hálvleikur er hálvrunnin, er støðan framvegis 1-0 til KÍ kvinnurnar í toppdystinum ímóti EBS/Skála. Síðstu løtuna hevur EBS/Skála flutt fólkið longri fram á vøllin í roynd at svara aftur. Tað ber við sær, at tað eru spentar støður í báðum endum.
Fyri EBS/Skála var tað dyggur smeitur, at veteranurin Evi Mikkelsen í 1. hálvleiki varð borin av vøllinum. Sjúkrabilur var eftir henni. Talan er um skaða í beininum.
----
Nú er hálvleikur í Klaksvík. Lítla løtu undan steðginum legði heimaliðið seg framum 1-0. Tað var Rannvá B. Andreassen, sum úr spískum í vinstru og næstan frá brotsteigarmarkinum sendi flatt skot í handara síðunetið.
Síðsta korterið undan steðginum var KÍ meiri á bóltinum, men tað hava verið málmøguleikar báðar vegir. KÍ hevur havt fimm møguleikar, og EBS/Skála hevur havt tveir møguleikar.
Áskoðarafjøldin er næstan eins stór, sum hon plagar at vera, tá ið dystir í EFFO deildini eru á skránni!
----
Avgerandi dystur um FM heitið í kvinnufótbólti millum KÍ og EBS/Skála er í kvøld í Klaksvík, har fyrsta bríkslið var klokkan 19.00. Eftir 20 minuttir er støðan framvegis málleysur javnleikur. Tað hevuir verið rættuliga javnt, og málmøguleikarnir hava ikki verið so nógvir – ein stórur til hvørt liðið.
Líkindini at spæla fótbólt í Klaksvík í kvøld eru góð, og tað sæst á áskoðarafjøldini, at ta stendur nógv upp á spæl. Heimaáskoðararnir fáa kapping frá teimum í Sundalagnum, sum í lutfalsliga stórum tali eru komin norður at stuðla sínum liði. Eisini teljast fleiri týskarar millum áskoðararnar. Ørindini hjá teimum í Føroyum vóru at síggja dystin í gjárkvøldið, og nú uppliva tey ein kvinnudyst í heimligu kappingini, áðrenn tey fara av aftur landinum.