Økið er klárt - sleppa ikki at byggja

75 spentir borgarar í Kaldbak og Havn bíða eftir einum svari uppá, nær tey sleppa at byggja sethús Inni á Fløtum í Kaldbak. Tey halda seg hava bíðað nóg leingi, og ynskja nú eitt greitt svar frá kommununi.

Kaldbak: - Ja, eg havi spurt ferð eftir ferð. Og líka so ofta, sum eg havi spurt, eri eg farin vónbrotin avstað aftur.

- Tað er eingin í kommununi sum kann svara uppá henda týðandi spurningin: Nær sleppi eg at byggja? Og nær fáa hini boð um tað sama?

Meðan kaldbaksmaðurin Pauli Nolsøe og familja hansara bíða eftir hesum svari, leiga tey í Kaldbak. Men tey eru farin at ótolnast eftir einum svari.

Óteljandi ferðir hevur hann tosað við fólk í umsitingini í Tórshavnar Kommunu. Og fyri honum vísir tað seg, sum um eingin vil taka ábyrgd fyri hesi útstykkingini.

Hann sendi enntá ein teldupost til borgarstjóran, Heðin Mortensen stutt undan løgtingsvalinum í heyst. Men sjálvt ikki haðani fekk hann svar.

- Hjá mær hevur tað verið sum at renna frá Peri til Pól. Og fyri hvønn dag sum gongur, verður tað jú ikki bíligari, slær hann fast.

Eftir ætlan verða 10 grundøki í hesi nýggju útstykkingini í Kaldbak.


Eingin tíðarætlan

Øll henda útstykkingin Inni á Fløtum bæði kundi - og skuldi - langt síðani verið liðug.

Var rætt atborið, kundu teir fyrstu stoypibilarnir longu verið her og møguliga kundu ein eisini hoyrt tey fyrstu hamarsløgini frá ídnum handverkarum. Soleiðis er ikki.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu varð greitt frá hesi ætlanini í juli mánaði 2007. Tá varð kunngjørt, at ein útstykking varð í gerð í Kaldbak við íalt 10 grundøkjum.

Í summar vóru teir í ferð við at gera vegin til hesa nýggju útstykkingina. Samlaði kostnaðurin fyri prosjektið er 2,9 mió krónur.

Sagt varð eisini, at fleiri umsóknir vóru til grundøkini í Kaldbak. Eftir ætlanini skuldi arbeiðið verða klárt í november mánaði, soleiðis at fólk kundu fara undir at byggja um ársskiftið – altso 2007/08.

- Men vit bíða framvegis eftir svari, sigur ein heldur ótolin Pauli Nolsøe, nú hann í næstu viku kann skriva 1. mars í kalendara sín.


Ymisk svar

Pauli var ein av teimum – nú íalt 75 fólkunum – sum søkti um at fáa grundøki í heimbygdini. Hann var tí sera spentur og vónarfullur, tá arbeiðið byrjaði fyri einum ári síðani.

Hann spurdi seg fyri hjá kommununi og fekk at vita, at arbeiðið fór skjótt at vera liðugt. Boðini ljóðaðu at tað varð liðugt í summar, eftir summarferiuna, í heyst og í seinasta lagi fyri jól.

Fyri at leggja enn størri orku og álvara í fyrispurningar sínar, legði hann eisini málið fyri tað staðbundnu Kaldbaksnevndina. Her fingu tey at vita, at neyðugt var at gera eina frámatrikulering fyrst, og at tað tí var eitt sindur óvist um henda fyrsta tíðarætlanin fór at halda.

Menn vóru heldur ikki samdir um, hvørt henda frámatrikuleringin skuldi verið gjørd áðrenn ella aftaná. Svarini frá umsitingini í kommununi vóru í øllum førum sera ymiskt.

Í dag standa Pauli og øll hini og bíða eftir einum nágreiniligum svari um, nær tey kunnu sleppa at byggja síni egnu hús Inni á Fløtum.

- Nei, tað er ikki serliga hugaligt at bíða, tá ein ikki veit um ein sleppur í gongd nú, í summar ella kanska vit mugu bíða heilt til jóla, sigur hann harmur á málinum.


Í gongd í gjár

Pauli er kanska ikki hann sum er ringast fyri, í so máta, tí hann hevur hóast alt tak yvir høvdið í heimbygdini.

Sovítt hann veit, eru eini 13 onnur úr Kaldbak sum hava søkt um byggiloyvi á hesum staði. Og fyri hesi 14 er tað ein spurningur, um teirra umsóknir verða viðgjørdir á jøvnum føti við tær frá fólki, sum annars hava søkt um byggiloyvi í Havn. Talan er jú hóast alt um somu kommunu.

Hann er, sum vera man, ótolin eftir at sleppa at byggja síni egnu hús, men enn er mangt sum bendir á, at hann má brynja seg við toli og enn meiri toli.

Mong av hinum fólkunum eru í størri neyð. Tíverri fyri Kaldbak hava nøkur teirra funnið aðrar loysnir.

Pauli veit í øllum førum um fleiri sum eru flutt aðrastaðni at búgva, og haraftrat um onkran sum hevur keypt sær hús í Kvívík.

- Eg veit í øllum førum um tveir av umsøkjarunum, sum eru heilt desperat. Vit eru hóast alt fleiri, sum helst vildu sloppið í gongd í gjár, slær Pauli fast.






Eingin at hitta

Í Tórshavnar Kommunu er trupult hjá Sosialinum at fáa greitt at vita, nær hesi 75 umsøkjararnir fáa greitt svar um, nær tey sleppa í gongd við at byggja.

Onkur ábyrgdarpersónur í umsitingini var burtur í morgun. Ein annar var sjúkur, og ein triði visti at siga, at tey bíðaðu bert eftir matrikuleringini av stykkjunum.

Sum skiltist skuldi tað ikki gingið so long tíð, fyrrenn fólk sluppu at byggja Inni á Fløtum í Kaldbak. 





Tríggjar mánaðir at avgreiða

Bíðað verður framvegis eftir teirri ætlaðu frámatrikuleringini av stykkjunum Inni á Fløtum.

Frá Umhvørvisstovuni fær Sosialurin upplýst, at tey hava enn ikki fingið nakra umsókn um hetta arbeiðið.

Sagt verður, at tað í miðal tekur tríggjar mánaðir at avgreiða eina slíka matrikulering.