KÍ fer at spæla í Hummel

KÍ gongur nýggjar leiðir við spælibúna

KÍ skiftir klædnamerki frá Adidas til Hummel longu frá komandi kappingarári. Avtalan er galdandi fyri alt felagið, boðar KÍ frá í kvøld á heimasíðuni. Í ár hava átta av tíggju feløgum spælt í at kalla soma búna, sum er frá Adidas. Hini bæði, B36 og B68, spæla í Joma.

 

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at alt felagið fær góðar karmar. Avtalan inniber, at Sport24 í Klaksvík stuðlar KÍ við klæðum og ítróttarútgerð, sum skal stimbra góðar venjingar hjá Betri monnum, kvinnum og sjálvsagt akademinum, skrivar KÍ og leggur afturat:

 

- Hummel, ið hevur høvuðsskrivstovu í Århus, passar væl til okkara og møguleikarnir eru nógvir, sigur Rói Clementsen, ið er nevndarlimur í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Samstarvið við Hummel og Sport24 fer at geva okkum møguleika at framleiða enn fleiri vørur til okkara íðkandi og fjepparar.

 

Felagið boðar eisini frá, at KÍ-handilin verður útbygdur við nýggjum vørum og klæðum. Tað verður eitt nú møguligt at keypa eina spælarablusu við Djúpumýru á dystardegnum.

 

##med2##