-Vit eru øgiliga vónbrotnir, tí í longdu leiktíðini kendu vit okkum hava tak á støðuni, og í fleiri førum var tað um reppið, at vit skoraðu. At teir so skoraðu avgerandi málið í tilvildarligari støðu er hamiligt. Higartil hevur hetta verið framúr í meistarakappingini, og ævintýrið endar ikki í kvøld. Í næstu viku fara vit at halda fram í Europa League, og tað fara vit saman við hesum fantastisku KÍ áskoðarunum, sum hava stuðlað okkum í kvøld og higartil í ár, og tað fara teir vónandi at gera í næstu viku, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen í samrøðu við Elina Miriamsdóttir hjá Kringvarpi Føroya.
-Í løtuni eru vit øgiliga vónbrotnir, men vit eiga at minnast til, at ævintýrið er akkurát byrjað, sigur Árni Frederiksberg.
KÍ verður ikki partur av bólkaspælinum í Champions League á hesum sinni. Tað er greitt, nú Molde eftir longda leiktíð á Aker Stadion í Molde hevur vunnið 2-0 og harvið samantalt 3-2 ímóti KÍ.
Europeiska ævintýrið hjá KÍ heldur tó fram. Næsti setningur verður um eina stóra viku í Europa League, sum er næstfínasta europeiska kappingin.
Í kvøld stríddist KÍ alla tíðina væl og nógv. Molde var leikliga greitt omaná, og tað vóru nógvar spentar støður í og kring brotsteigin, og viðhvørt vóru málmøguleikarnir stórir. Men KÍ spælararnir ofraðu seg, og sum seinni hálvleikur leið, so fótaði KÍ sær leikliga, og trýstið á KÍ málið linkaði.
Tá ið 90 minuttir vóru farnir, var støðan 1-0 og harvið samantalt 2-2. Einasta málið skoraði Eriksen eftir horna úr vinstru í 17. minutti.
So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá eydnaðist tað heimaliðnum fram ímóti dystarenda at skora 2-0 málið, sum ber við sær, at tað er Molde og ikki KÍ, sum heldur fram í euroeisku meistarakappingini.
Í 112. minutti var tað Martin Linnes, sum eftir horna úr vinstru og fleiri royndir og blokeringar smekkaði bóltin av brotsteigarmarkinum og flatt í málið. Tað var so nógv fólk fyri, at málverjin ongan møguleika hevði at síggja bóltin fyrr enn hann lá í netinum.
Tað eru lættir heimamenn, sum fegnast um rættin at halda fram. Klaksvíkingar vunnu ikki henda eykavinningin, og teir iðra seg og líta aftur á, tá ið Luc Kassi eftir horna frá Árna Frederiksberg úr høgru og við høvdinum sendi bóltin í tvørtræið.
Men hetta var framúr farvæl við Champions League á hesum sinni. KÍ fer við røttum ryggi til hús, og avrikið í kvøld boðaði frá, at tað er meiri í KÍ liðnum, og kanska bæði Hallur Hansson og Páll A. Klettskarð fara at vera tøkir, tá ið næsta altjóða avbjóðingin verður á skránni.
Molde – KÍ 1-0 (1-0) 2-0 eftir longda leiktíð
1-0: Kristian Eriksen 18.
2-0: Martin Linnes 112.
Molde samantaldur vinnari við 3-2
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø (Børge Petersen, 81.), Heini Vatnsdal (Jonn Johannesen, 113.), Vegers Forren, René Shaki Joensen– Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (Mads Bo Mikkelsen, 79.), Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg (Patrick da Silva, 46.) – Luc Kassi (Sivert Gussiås, 100.)
Á beinkinum: Markus Olsen Pettersen, Páll A. Klettskarð, Símun Kalsø, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Hallur Hansson, Issah Ahmed Latif, Jóhan Josephsen
Gult kort: Luc Kassi, Heini Vatnsdal, Vegard Forren
Venjari: Magne Hoseth
Hjálparvenjarar: Daniel Berg Hestad og Sjúrður Jacobsen