KÍ fyrireikar seg í hesum døgum til fyrra Play Off dystin í Conference League móti HJK Helsinki, har samlaði vinnarin vinnur seg til deildarspælið í Conference League.
Fyrri dysturin verður leiktur á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.
(FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
KÍ hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Gongdirnar hjá KÍ og HJK í Evropa tey seinnu árini eru rættiliga líkar. Liðini eru sterk á heimavølli, men standa seg væl verri á útivølli.
Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru 2,22.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,25.
Miðaloddsini upp á útisigur til HJK Helsinki eru 3,11.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##