Veðrið er av tí fagrasta, og tað eru ivaleyst omanfyri túsund áskoðarar á Tórsvølli, har KÍ nú klokkan 19 fer at spæla fyri at vinna seg eitt stig víðari í Europa Conference League. Útangsstøðan er, at mótstøðuliðið úr Kosovo Ballkani er frammanfyri 3-2, tá ið tað verður farið undir dystin í kvøld.
Um KÍ skal vinna seg víðari í kappingini, so er neyðugt at vinna við tveimum málum í kvøld, um tað so verður í vanligari leiktíð, eftir longda leiktíð ella í brotssparkskapping.
Mikkjal Thomassen hevur, sum tað var væntað, sett Deni Pavlovic undir liðina á Heina Vatnsdal í miðverjuni, nú Odmar Færø er leikbannaður.
Fyri einari viku síðani var Deni Pavlovic sentralur miðvallari. Í kvøld er Árni Frederiksberg, sum fyri einari viku síðani varð skiftur inn, millum teir fyrstu ellivu, og tað ber onkrar broytingar við sær á miðvøllinum og í álopinum. Eingin ivi er tó um, at uppstillingin er eitt sindur meiri álopskend, enn hon var í Kosovo fyri einari viku síðani.
KÍ – Ballkani Kosovo
Europa Conference League
Hósdagin 11. august 2022 kl. 19.00 á Tórsvølli
Dómarabólkur úr Georgia: Goga Kikacheishvili, Davit Gabisonia, David Chigogidze og
Irakli Kvirikashvili (4. dómari)
KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen, Deni Pavloivc, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Broberg, Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð
Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Géza Túri, Dmytro Lytvyn, Jesper Brinck, Jonn Johannesen, Jóannes K. Danielsen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Valerijs Sabala, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Anders Sølvsten Holvad
Venjari: Mikkjal K. Thomassen