Neistin fær aftur ágóðan av øllum teimum royndunum, hann hevur fingið í felagnum. Áki Mørk hevur sum spælari verið ein viðurkend ímynd av felagnum í nógv ár - nú skal hann venja besta mansliðið hjá Neistanum.
30 ára gamli havnarmaðurin fekk seg royndan í venjarastarvinum í fjør. Tá loysti hann av Morten Hust Pedersen, sum varð uppsagdur eftir fýra dystir sum ábyrgdarmaður. Áki Mørk hevði ábyrgdina fyribils til Páll Poulsen tók við, fremst av øllum tí Áki vildi spæla sjálvur.
Longu 18 ára gamal fekk Áki Mørk ein av høvuðsleiklutunum á besta mansliðnum hjá Neistanum. Seinastu árini hevur hann sum spælari eisini havt virknan lut í sigursgongdini hjá Neistanum. Árini frá 2009 til 2011 var Neistin mest sum einaráðandi í føroysku kappingini, umframt at liðið hevur verið virðiligt umboð fyri føroyskan hondbólt í altjóða kappingum.
Áhaldandi skaðar hava ofta forðað honum at sleppa á vøllin seinastu árini, men hóast venjingarstøðan ikki longur var tann, hon hevði verið, var bólteygað og teknikkurin einki viknaði. Nú roynir hann venjaraleiðina. Avtalan er galdandi fyri komandi kappingarár.
Neistin er verandi steypavinnari og var nummar fýra í landskappingini í ár.