Áki, sum er blaðmaður, fylti 25. september og Rannveig, sum er lærari, fylti 12. oktober. Tey eiga sonin Ára, sum er vaksin. Dagurin verður hildin í kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági leygarkvøldið 11. november, har fleiri enn 200 fólk hava teknað seg.
Áki tók studentsprógv í Hoydølum seint í sjeytiárunum, og Rannveig tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla nøkur ár seinni. Meðan yrkisleiðin hjá Rannveig hevur verið á ymiskum skúlum kring landið - og tey alllarflestu árini í Suðuroy, hevur Áki alt sítt arbeiðslív starvast sum blaðmaður á ymiskum bløðum.
Eftir lokið studentsprógv, byrjaði hann á 14. September seinast í sjeytiárunum, og tíðliga í áttatiárunum arbeiddi hann nøkur ár á Oyggjatíðindum. Miðskeiðis í áttatiárunum gekk leiðin aftur á 14. September, og nú fleiri tey seinastu árini hevur Áki arbeitt á Sosialinum – við sæti í Sandvík.
Av og á hevur hann skrivað sergreinar fyri tíðarrit, og eitt skifti hjálpti hann til við at umseta og tillaga bókatekstir.
Eg kom at kenna Áka longu í 1979, tá ið vit komu at starvast saman á 14. September undir Leivi Hansen sum blaðstjóra.
Minnist eg rætt, hevði Leivur tá fingist við at skriva í út við 10 ár, og tað ljóðaði í mínum oyrum at vera eitt ógvuliga langt tíðarskeiði av einum lívi. Nú – meira enn 27 ár seinni – tykjast 10 ár ikki at vera long!
Vit báðir hava verið starvsfelagar í mong av hesum meira enn 27 árunum, undantikið árini, eg arbeiddi á FF-blaðnum hjá Fiskimannafelagnum.
Og tó; tað eina summarið loysti Áki meg eisini av á FF-blaðnum, meðan eg var í summarfrí.
Vit vóru saman á 14- September, Oyggjatíðindum, aftur á 14. September – og nú seinastu árini á Sosialinum.
Ígjøgnum hesi mongu ár hevur Áki verið ein ógvuliga ágrýtin, dugnaligur og gløggur blaðmaður, og eg havi mangan undrast yvir, hvussu væl hann hevur megnað at hildið "dampinum" uppi og alla tíðina hevur givið sítt íkast til tey mest aktuellu tíðindini – á flestu økjum. Hann hevur eitt gløgt og vakið eygað við tí, sum fyriferst í samfelagnum, og hann er ikki snævurskygdur í hugsunarhátti, men sær tingini
úr fleiri sjónarhornum, sum ein góður og dugnaligur blaðmaður eigur at gera. Vit plaga at taka til, at "nýggir kustar feiða best". Í okkara yrki kann hetta skiljast soleiðis, at tann, sum ikki hevur so nógv ár á baki í yrkinum, kanska er meira opin fyri ymiskum avbjóðingum, meðan ein, sum hevur skrivað í mong ár, í størri mun hevur lyndi at leggja seg eftir økjum, har hansara áhugi er.
Men Áki er avgjørt ikki tíðindamaðurin, sum soleiðis er sovnaður burtur í sínum yrki, tvørtur ímóti. Hansara áhugi og ágrýtni fevnir rættiliga víða, og tað er eftir mínum tykki hansara stóra styrki. Hetta ger hann til ein virðismiklan tíðindamann– og ein rættiligan fong hjá einum blaði. Ein mann, sum eg havi stórt álit á og størstu virðing fyri.
Áki arbeiðir á blaðskrivstovuni hjá Sosialinum í Suðuroy, har hann røkir tíðindaflutningin úr oynni, men sum góður tíðindamaður, røkkur hansara áhugi so avgjørt eisini til tey stóru málini, sum eru uppi í samfelagnum.
Hansara virkisøkið er rættiliga fjølbroytt, men serliga liggur hugurin til arbeiðsmarknaðin, heilsuverk, vinnu og samferðslu.
Hann er ein av teimum, sum kann taka allar uppgávur upp á seg og kann skriva m at kalla øll mál, sum blaðið nú einaferð eigur at taka sær av. Áki er altíð konstruktivur, góður at samstarva við og hevur eina positiva ávirkan á okkum onnur og á tær uppgávur, sum blaðið hevur.
Ein hópur kundi verið skrivaður um Áka og hansara leiklut sum tíðindamaður, men lítillátin sum hann er í tí dagliga, veit eg, at hann ikki ynskir at nakað verður gjørt burtur úr. "Verður nakað skrivað, so sigi eg sum onkur segði – so sigi eg upp!" segði Áki, tá ið eg hevði hann í telefonini í morgun. Og tað vilja vit, sum manna redaktiónina og blaðleiðsluna á Sosialinum so avgjørt ikki. Tí steðga vit her og ynskja okkara góða og dugnaliga starvsfelaga saman við konuni Rannveig, sum er onum ein góð kona og dyggur stuðul, eitt gott og hugnaligt kvøld nú leygarkvøldið.
-vilmund.