KÍ rann seg í ódnarveðrið

Champions League: KÍ skal spæla móti Ferencvárosi TC úr Ungarn

KÍ fekk tað torførasta lutakastið, sum teir kundu fáa til 1. undanumfar í Champions League. KÍ skal møta Ferencvárosi TC úr Ungarn. Hetta er eitt felag, sum vann sín bólk í Europa League í fjør, og kom til 1/8 finaluna, men tapti móti Bayer Leverkusen.

 

Hetta er annað árið á rað, at KÍ rennur seg í sterkasta mótstøðuliðið av teimum møguligu. Í fjør var tað norska Bodø/Glimt.

 

KÍ kundi havt møtt PFC Ludogorets 1945 (Bulgaria), FK Žalgiris Vilnius (Litava), Shamrock Rovers FC (Írland) og The New Saints FC (Wales).

 

Dystirnir verða spældir 11. og 12. juli og returdysturin 18. og 19. juli. KÍ hevur heimavøll í fyrra dystinum.