Í steypafinaluni 24. august tryggjaði Víkingur sær rættin til eisini næsta ár at spæla í europeisku kappingunum. Í tveimum teimum síðstu umførunum bíða tvey lið, sum stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini. Víkingur sigur seinnapartin farvæl fyri í ár á heimavølli, tá ið KÍ kemur um fjørðin, og leygardagin verður mótstøðuliðið TB á útivølli.
Hesa ferð eru teir báðir, sum vóru vongverjar í 2-0 sigrinum við Margáir – Hjartvard Hansen og Dánjal Pauli Lervig – leikbannaðir, meðan Hans Jørgen Djurhuus er tøkur aftur.
Klaksvíkingar eru ikki leysir av niðurflytingarvandanum, og tí hevði tað verið kærkomið at vunnið úrtøku ídag. Tá ið liðini hittust í Sarpugerði 10. mai, var úrslitið 1-1. 4. august vann Víkingur 2-1 í Klaksvík.
Hjá KÍ er miðverjin Oddmar Marsten skaddur. Tríggir spælarar tøkir aftur eftir leikbann. Tað snýr seg um Johan Jacobsen, Henry Heinesen og Atli Danielsen. Atli hevur verið skaðaplágaður, og tað er ikki vist, at hann verður førur fyri at spæla ídag.
Hjá KÍ hava Páll A. Klettskarð, Ivan Joensen, Sørmundur Kalsø og Heðin Klakstein verið burtur í landsliðsørindum, og hjá Víkingi hava Heðin Hansen, Bárður Hansen, Erling Jacobsen, Atli Gregersen og Finnur Justinussen verið á U21 og A-landsliðunum.
Víkingur-KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00.