KÍ styrkti um oddasessin

Kvinnur: Í kvøld vann KÍ við nýggjum spælara millum tær fyrstu ellivu tepran heimasigur ímóti Víkingi í framskundaðum landskappingardysti

Tóra Mohr legði KÍ á odda 1-0 í 2-1 heimasigrinum ímóti Víkingi í kvøld. Tóra er toppskjútti hjá KÍ við 6 málum. Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Ein landskappingardystur í bestu kvinnudeildini var í Klaksvík í kvøld. KÍ hevði vitjan av Víkingi, og heimaliðið vann 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Talan var um framskundaðan dyst, sum upprunaliga var ásettur at vera fyrsta vikuskiftið í august, tá ið KÍ verður upptikið av europeiskum fótbólti.

 

Bæði liðini skulu í eldin aftur leygardagin, tá ið KÍ skal spæla toppdyst á útivølli ímóti EBS/Skála, og Víkingur skal spæla heimadyst ímóti 07 Vestur.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at KÍ er oddalið við 27 stigum. Tað eru sjey stig aftur til EBS/Skála, sum hevur spælt ein dyst færri enn KÍ.

 

Merkisvert var tað, at ein nýggjur spælari var millum tær fyrstu ellivu hjá KÍ. Tað var 17 ára gamla Maria Vinjardsdóttir Johansen, sum higartil hevur umboðað barndómsfelagið NSÍ, har hon var við í sjey teimum fyrstu landskappingardystunum í ár. Sambært faroesoccer.com hevur hon umboðað NSÍ í 48 landskappingardystum í bestu deildini, har hon hevur skorað 12 mál.

 

Tølini siga, at tað var ikki stórur munur á liðunum í kvøld, og at Víkingur hevði eins nógvar royndir ímóti heimamálinum, sum KÍ hevði ímóti Víkinga málinum.

 

Tóra Mohr legði KÍ á odda, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Hetta var sætta málið hjá henni í ár, og Tóra er toppskjútti hjá KÍ. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Durita Hummeland, sum fimm minuttir frammanundan var skift inn, sum økti um KÍ leiðsluna til 2-0. Hetta var fjórða málið hjá Duritu í ár. Fýra minuttir seinni kyknaði spenningurin av álvara aftur, tá ið landsliðsspælarin Mona Rasmusdóttir minkaði um munin til 2-1. Hetta var fjórða málið hjá Monu Rasmusdóttir í landskappingini í ár.

 

Tað var spenningur til síðsta bríksl, men KÍ megnaði at halda tørn um leiðsluna og legði harvið trý stig aftarat og styrkti um oddasessin. Hóast Víkingur aftur og aftur megnar at bjóða fremru liðunum av, so er úrtøkan higartil bara 8 stig, og Víkingur er næstniðast á støðutalvuni.

 

Tóra Mohr legði KÍ á odda 1-0 í 2-1 heimasigrinum ímóti Víkingi í kvøld. Tóra er toppskjútti hjá KÍ við 6 málum. Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo