Kia er mest seldi bilur í Føroyum í ár

Men hevur nú harða kapping frá Toyta, sum var mest seldi bilur í november

 

Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Akstovuni.

 

Við 260 seldum nýggjum bilum í ár liggur Kia framvegis ovast á tindunum um mest seldi bilur í Føroyum.

Men nú fær koreanski bilurin harða kapping frá Toyota, sum var mest seldi bilur í novembermánaði.

Japanski bilurin hevur so mangan ligið ovast í sølutølunum í Føroyum – ein roynd, sum koreanski kappingarneytin Kia ikki hevur havt áður.

Á triðja plássi sum mest seldi bilur higartil í ár er VW, sum hevur selt 212 nýggjar bilar higartil í ár.

Toyota liggur ovast í sølutølunum í november við 21 bilum. Næst Toytota liggja trý bilmerkiir, Ford, Hyundai og Kia, sum hava selt 18 nýggjar bilar í part.

Topp 10 listin higartil ár sær soleiðis út:

 KIA 260

 TOYOTA 257

 VOLKSWAGEN 212

 FORD 208

 HYUNDAI 192

 VOLVO 175

 MERCEDES-BENZ 114

 RENAULT 106

 BRENDERUP 105

 AUDI 94

Topp 10 listin fyri november sær soleiðis út:

 TOYOTA 21

 FORD 18

 HYUNDAI 18

 KIA 18

 VOLVO 18

 AUDI 12

 VOLKSWAGEN 11

 PEUGEOT 9

 CITROEN 6

 BMW 5