Undan dagsins dystum í FTZ-deildini var støðan tann, at H71, sum spældi í gjár, hevur 27 stig, VÍF hevði 20 stig, meðan bæði KÍF og Kyndil høvdu 17 stig.
Klassikarin ímillum Kyndil og VÍF endaði við javnleiki, 24-24. Hetta merkti, at KÍF kundi hála inn á VÍF samstundis sum, at kollfirðingar kundu fara einsamalt framum Kyndil. Mótstøðuliðið hjá kollfirðingum var Neistin, ið kom á vitjan í høllini í Kollafirði.
Neistin er næstaftast í deildini, og sermerkt hevur verið hjá neistamonnum, at avrik teirra hava verið sera óstøðug. Og avrikið í dag var eisini óstøðuggt, tí at at neistamenn megnaðu at fylgja við í fyrra hálvleiki, men so steðgaðu teir upp. Gongdin í fyrra hálvleiki var jøvn, tí at hálvleiksstøðan var bert 11-10 til KÍF. Í seinna hálvleiki var tó ongin ivi, og endaliga úrslitið í dystinum gjørdist 26-19 til KÍF.
Sostatt er stríðið um seinna finaluplássið harðnað. VÍF hevur 21 stig, KÍF 19 stig og Kyndil 18 stig.
Málskjúttarnir í dystinum kunnu síggjast niðanfyri:
KÍF: Tony Weyhe 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Rúni Joensen 5, Andrias Nielsen 4, Teitur Joensen 3 og Ási Dam 2.
Neistin: Teis Horn Rasmussen 8, Hjalti í Jákupsstovu 4, Terji Mørk 2, Jugoslav Djumic 2, Rói Berg Hansen 2 og Andras Joensen 1.