KÍF kann avgera finalustríðið

Fær KÍF stig í heimadystinum móti StÍF, eru kollfirðingar vísir í finaluplássinum. Og í Havn er grannauppgerð á skránni

Fult umfar er í Atlantic Airways-deildini í manshondbólti.

 

Størsti spenningurin er ivaleyst um dystin í Kollafirði, har StÍF vitjar.

 

StÍF hevur leingi verið avbjóðarin, sum hevur hótt við at taka finalusessin frá KÍF, men stórtapið í dystinum móti Kyndli sunnudagin hevur mest sum forkomið hesum ætlanum.

 

Enn kunnu strandingar tó hanga í møguleikanum, men tað krevur ein sigur í Kollafirði. KÍF hevur hinvegin tríggjar matchbóltar til at avgera finalustríðið, og tí er spurningurin helst nær - ikki um - KÍF tryggjar sær finalusessin.

 

Í Havn er grannauppgerð á skránni millum Neistan og Kyndil. Fyri finalustríðið hevur dysturin ongan týdning, men enn kann Kyndil røkka bronsumerkjunum. Og so argar tað helst teir grønu í meira lagi, at teir higar til í vetur bara hava vunnið eitt stig móti bláu grannunum.

 

Seinasti dysturin í kvøld er í Vestmanna, har H71 vitjar hjá VÍF. VÍF hevur longu vissað sær finaluplássið, og nú er spurningurin, um teir kunnu vinna oddasessin, sum gevur fyrimun av heimadysti í eini møguligari triðu finalu.

 

Í Kollafirði byrjar dysturin klokkan 19. Í Havn verður blást ígongd klokkan 19.0, og í Vestmanna byrja teir klokkan 20.