Kyndil hevur vunnið ein flottan sigur á KÍF í høllini í Kollafriði í dag. KÍF var á odda allan fyrra hálvleik, men bara minuttir inn í seinna hálvleik kom Kyndil á odda aftur. Síðani spældi Mladen Mjerimacka ein framúr dyst í málinum hjá Kyndli.
Kyndil vann dystin við eitt sindur av "KÍF spælið". Tí tað var upp á skjótálop, at Kyndil veruliga vendi dystinum. Martin Ritto sprellaði eina løtu og tað var nokk til at venda dystinum.
- Tað er ein blanding av góðum kontraspæli og einum góðum málverja í seinna hálvleiki, at vit vinna dystin, sigur Hjalmar Klein Olsen, annar av venjarunum hjá Kyndli.
- Vit hava vant nógv kontraspæl og tað verður okkara spælistílir í ár, sigur ein fegin Hjalmar Klein Olsen eftir dystin.
KÍF legan er ikki heilt nøgd við onkrar dømingar, men sum seinni hálvleikur gekk, so er ilt at ímynda sær, at tað hevði broytt nakað, tí Kyndil hevði neyðuga yvirskotið.
Úrslitið merkir, at Neistin nú er oddalið í føroyskum hondbólti við seks stigum. KÍF og Kyndil hava hvør síni 4 stig.
Atlantic Airways deildin:
KÍF - Kyndil 21-24 (13-10)
KÍF: Nicklas Selvig 7, Andrias Nielsen 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Tony Weyhe 2, Rúni Joensen 2, Ludvík Súnason 1, Rógvi Weyhe 1
Kyndil: Josef Abrahamsen 5, David Edvardsen 5, Martin Ritto 5, Finnur Hansson 4, Bjarni Sørensen 3, Høgni Klein Olsen 1, Hans Áki Dahl-Chrstiansen 1
Beinleiðis: KÍF - Kyndil 21-24 (Liðugt)
Liðugt: Kyndil hevur vunnið á KÍF 21-24!
58.min: (21-24) Hjalmar Klein Olsen, venjari hjá Kyndli saman við Finnur Hansson, tekur time-out. Tað er um at koma lív í KÍF og hann mælir til at hugsa seg væl um nú.
53.min: (19-22) Kyndil blívur við at halda fast í leiðsluni. Mladen stendur sum ein brandur, meðan skjótálopini hjá Kyndli rigga væl.
50.min: (18-21) Jakob Jónsson, venjari hjá KÍF, hevur tikið time-out. KÍF er aftanfyri og sjálvt í yvirtal klára teir ikki at innheita Kyndil, sum spælir nógv betri enn í fyrra hálvleiki.
41.min: Kyndil hevur lagt seg á odda og tað er gott lag hjá teimum grønu, men nú hevur Bjarni Sørensen fingið útvísing. Mladen bjargar tó brotskastinum.
37.min: (15-16) Kyndil á odda! Martin Ritto hevur skotið trý mál innan stutt tíð. Kyndil førir fyri fyrstu ferð!
30.min: Seinni hálvleikur byrjar við at Finnur Hansson bankar bólin í málhornið.
(Hálvleikur) (13-10) KÍF hevur verið á odda allan hálvleikin. Teir líkjast meiri einum vinnara av hesum dystinum enn Kyndil, sum haltar aftaná. Tó so, so svarar Kyndil aftur tá mest stendur á at fáa mál. Meðan málini hjá KÍF í størri mun er samanhangandi spæl, so tykjast málini hjá Kyndli verða einmansavrik.
Mladen Mjerimacka, nýggi málverjin hjá Kyndli hevur fingið fatur á skotunum hjá Nicklas Selvig í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki. Eisini Jaspur Joensen í málinum hjá KÍF hevur havt onkra stóra bjarging.
26.min: (11-8) Kyndil fekk minkað um munin niður í eitt og tvey mál, men persónlig mistøk kostað dýrt og KÍF leggur seg aftur á odda við trimum.
18.min: (8-5) Kyndil tekur time-out. KÍF hevur takið á dystinum, men munurin er framvegis lítil. Nicklas Selvig er tryggur frá vonginum, men hevur brent brotskast.
14.min: So hevur Tony Weyhe fingið sítt fyrsta mál. Nú liggur hann á vøllinum eftir samanbrest við Finnur Hansson.
12.min: KÍF er komið eitt vet betri frá byrjan. Nicklas Selvig gongur á odda og hevur skotið trý mál.
0.min: Dysturin millum KÍF og Kyndil er byrjaður!
- 5 min: Spælararnir hita upp í løtuni og tað eru longu komin fleiri fólk í høllina. KÍF hevur nakrar gamlar kenningar við aftur í hópinum. Tony Weyhe, Ási Dam og Óla Kristian Djurhuus eru allir í hópinum hjá KÍF.
KÍF:
Málverjar: Óla Kristian Djurhhus og Jaspur Joensen
Útispælarar: (Skotin mál) Andrias Nielsen(4) X, Ási Dam, Rasmus Junker, Pætur Johannesen, Tony Weyhe (2) X , Teitur Joensen, Fríði Weyhe, Ludvík Súnason, Hans Eli Sigurbjørnson (4) XX, Nicklas Selvig(7), Rógvi Weyhe (1), Rúni Joensen(2) og Jákup Trygvason
Kyndil:
Málverjar: Daniel Dahl-Olsen – Mladen Mjerimacka
Útispælarar: (Skotin mál) X = Útvísing
Hans Arni Thomsen, Kristoffur Kristoffersen, Josef Abrahamsen (5), Oyvind Lutsen X, Høgni Klein Olsen (1), David Edvardsen(5) X, Hans Áki D. Christiansen (1) XX, Hjalti Backmann, Finnur Hansson(4), Bjarni Sørensen (3) X, Ken Zachariasen og Martin Ritto (5)
Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen
Undan dystinum:
KÍF er væl mannað til dystin í dag. Toney Weyhe er komin aftur, meðan Ási Dam er heima í feriu og spæliloyvið liggur framvegis í KÍF. Óla Kristian Djurhuus er framvegis tøkur og er ein av tveimum málverjum hjá greipuvinnarunum í dag. Fyri Ludvík Súnasson verður talan um serligan dyst, tí hann skal spæla móti gomlu liðfeløgunum hjá sær úr Kyndli. KÍF hevur vunnið allar dystirnar í byrjanini í kappingini.
Kyndil hevur fingið eina misjavna byrjan við einum sigri og einum tapi. Teir vunnu móti VÍF, men taptu so fyri Neistanum, sum hevur vunnið allar dystirnar hugartil. Andrias Sólsker er ikki við, meðan Martin Ritto og Bjarni Sørensen eru við, eftir at teir ikki vóru við seinast orsaka av feili á dómaraseðlinum.