KÍF vann tryggan sigur á StÍF

Strandingar vóru tannleysir uttan Svein Justinussen, meðan KÍF revsaði flestu av mistøkunum

Kollfirðingar eru aftur á kós, eftir ein góðan, men til tíðir ov lættan, sigur á strandingum. Sveinur Justinussen sat uttanfyri og tað sást aftur á málskjótingini. Eitt skifti skoraði StÍF ikki í 18. minuttir.

 

Tað var ein blanding av at Jaspur Joensen stóð ein branddyst í málinum hjá KÍF, og at StÍF hevði ringt við at koma til stórar møguleikar. Jaspur Joensen hevði sambært KÍF leguni eitt bjargingarprosent upp á 64 prosent.

 

KÍF spældi nokk ikki upp til sítt besta allan dystin, men teir vóru greitt omaná tá samanumkom. Millum annað mistu teir fleiri bóltar í uppspælinum, sum teir annars ikki vanligt gera.

Tá á stóð, so traðkaðu menn sum Nicklas Selvig, Andrias Nielsen og Rúni Joensen til. KÍF er nú oddalið í Atlantic Airways deildini, tí teir hava betri málmun enn Neistin og VÍF, sum somuleiðis hava seks stig.

 

KÍF - StÍF: 33-23 (18-13)

KÍF: Andrias Nielsen 6, Nicklas Selvig 6, Rúni Joensen 5, Jákup Trygvason 5, Vilhelm Magnussen 3, Hans Eli Sigurbjørnson 3, Rasmus Junker 2, Tony Weyhe 1, Teitur Joensen 1 og Fríði Weyhe 1

StÍF: Marius Joensen 5, Kjartan Johansen 5, Jógavn G. Joensen 3, Jákup Bertholdsen 3, Borgar Danielsen 3, Allan Norðberg 2, Steinar Prestá 1

 

Liðugt: (33-23) KÍF vinnur dystin greitt 33-23.

59.min: (32-23) KÍF tekur "Time Out". Spenningurin er farin úr dystinum, men Jakob Jónsson hevur onkur ráð at geva sínum spælarum, sum eru ein í undirtal.

58.min: (32-23) Marius Joensen skorar sítt fimta mál fyri StÍF og er toppskjútti hjá teimum saman við Kjartani Johansen, sum somuleiðis hevur skotið fimm mál.

52.min: (29-20) Nicklas Selvig(KÍF) er triði maður upp á fimm mál. Er komin fyri seg, eftir eina minni góða løtu. Rúni Joensen, somuleiðis KÍF, ger tað sama í næsta álopi.

46.min: (25-16) So kom eitt sindur av lívi í StÍF, men tað er ongin vandi fyri, at tað kemur spenningur í dystin aftur.

43.min: (25-14) So kom fyrsta málið hjá StÍF í seinna hálvleiki. 18 minuttir eftir at teir skoraðu seinast.

40.min: (23-13) StÍF hevur ikki skorað í eitt korter. Seinast teir fingu mál var í 25. minutti!

38.min: (23-13) Ónøgd við dømingina í StÍF leguni, tá Allan Norðberg verður hálaður um koll, men einki verið dømt. Løtu seinni fær Rúni Joensen(KÍF) útvísting fyri at hála júst Allan Norðberg(StÍF) um koll.

37.min: (22-13) StÍF tekur "Time Out" eftir eina vánaliga løtu á vøllinum. Jákup Trygvason er næsti maðurin hjá KÍF, sum er komin upp á fimm mál. KÍF er greitt omaná í løtuni.

34.min: (20-13) Andrias Nielsen er fyrsti maður upp á fimm mál. Hann hevur ein góðan dag, meðan einki tykist eydnast fyri Nicklas Selvig, sum bæði missur bóltar og brennur stórar møguleikar

 

Seinni Hálvleikur:

 

Hálvleikur: (18-13) Tað er hálvleikur í Kollafirði og KÍF hevur vunnið sær eina leiðslu upp á fimm mál. Teir eru meiri avgjørdi á álopunum og gera færri feilir enn StÍF, men gera framvegis nógvar feilir.

Serliga í seinnu hálvu hevur verið nógv ferð á dystinum. Mistøkini verða revsaði við skjótum mótálopum, sum tó ikki altíð blíva umsett til mál, tí revsaði liðið eisini ger feil.

 

Málskjúttar í fyrra hálvleiki:

KÍF: Andrias Nielsen 4, Jákup Trygvason 3, Vilhelm Magnussen 3, Rasmus Junker 2, Hans Eli Sigurbjørnson 2, Nicklas Selvig 2 og Rúni Joensen 2

StÍF: Jógvan G. Joensen 3, Marius Joensen 3, Jákup Bertholdsen 3, Borgar Danielsen 2, Steinar Prestá 1 og Kjartan Johansen 1

 

28.min: (17-13) StÍF tekur "Time Out". KÍF hevur vunnið sær tak á dystinum, men ger eins og StÍF fleiri feilir, tí teir spæla ov skjót. StÍF hevur trupulleikar tá teir fáa útvísingar.

26.min: (15-13) Tað er full ferð á dystinum í løtuni. Bæði liðini leypa á við nógvari ferð, men tað ger eisini, at tey gera fleiri feilir. Málverjarnir eru eisini við at blíva heitir og gera fleiri bjargingar.

12.min: (6-6) Jøvn byrjan í Kollafirði. Bara Andrias Nielsen fyri KÍF hevur skotið meir enn eitt mál. Ongin stórskjútti higartil í dag. StÍF spælir væl og skjótt í álopsstøðu.

 

Fyrri hálvleikur:

 

Undan dystinum:

Stórskjúttin á liðnum hjá StÍF, Sveinur Justinussen, spælir ikki í kvøld, tá StÍF vitjar í Kollafirði. Hann bleiv skaddur í dystinum móti Kyndli um vikuskiftið. Skaðin er í fótinum og tað kemur at taka nakað av tíð, áðrenn stórskjúttin er klárur aftur.

 

- Tað ganga nokk tríggjar vikur ella ein mánaði til eg spæli aftur, sigur Sveinur Justinussen við in.fo í kvøld.

 

Sveinur hevur havt trupulleikar í fótinum áðrenn og viðgongur, at hann kanska var nakað skjótar at fara á vøllin aftur.

 

- Tað kennist gott til tað ikki gekk longur, sigur Sveinur og iðrar seg um at hann ikki kann spæla í kvøld.

 

KÍF tapti seinast á heimavølli fyri Kyndli, meðan StÍF um vikuskiftið vann á júst Kyndli í høllini á Hálsi.