Kim Durhuus borgarstjóri í Sunda Kommunu

Tey nývaldu umboðini í Sunda Kommunu gjørdu skjótt av, tá tey skuldu skipa seg. Longu klokkan 23.30 í gjár høvdu tey skipað seg, við Kim Durhuus úr Hósvík sum borgarstjóra og Guðrið Samuelsen úr Haldórsvík sum varaborgarstjóra

Nývalda bygdaráðið í Sunda Kommunu bíðaði ikki leingi við at skipa seg. Tríggir listar vóru uppstillaðir til kommunuvalið, og vann listi C við Kim Durhuus á odda valið við fimm umboðum. Listi A við Guðrið Samuelsen á odda fekk fýra umboð, meðan listi B fekk tvey umboð við Thordis Dahl Hansen á odda.

So skjótt valúrslitið varð greitt, savnaðust valdu umboðini á ymisku listunum og fóru undir samráðingar. Samráðingarnar gingu skjótt og smidliga fyri seg, og skipaðu tey seg við Kim Durhuus úr Hósvík sum borgarstjóra og Guðrið Samuelsen úr Haldórsvík sum varaborgarstjóra. Breið semja var millum allar bygdaráðslimirnar um at býtið skuldi verða soleiðs.

Kim Durhuus er ikki ókendur innan kommunupolitikk. Umframt at hann seinastu fýra árini hevur sitið sum bygdaráðslimur í Sunda Kommunu, sat frá 1989 til 1993 sum bygdarráðslimur í Hósvíkar Kommunu, umframt at hann eitt stutt tíðarskeið sat sum bygdarráðsformaður frá 1.januar 1994, men fór frá, tá hann í august 1994 flutti til Danmarkar. Hann hevði tá sitið hálvtfimmta ár í Hósvíkar Kommunu.


Hevur skapt rembingar

Kim Duurhus er 41 ára gamal og býr í Hósvík saman við unnustuni Anniku Jacobsen, og hava tey trý børn.

Kim Durhuus hevur seinastu nógvu árini arbeitt sum sjálvstøðugur vinnurekandi, har hann hevur virkað sum bindilið millum fiskaseljarar og fiskakeyparar.

Síðan Kim Durhuus flutti aftur til Føroya í 2003, hevur hann skjótt arbeitt seg uppeftir og hevur av álvara gjørt um seg.

Í 2004 varð hann valdur inn sum bygdarráðslimur á sama lista sum fráfarandi borgarstjórin Heðin Zachariassen, ið gjørdi av ikki at stilla uppaftur.

Í 2006 var Kim Durhuus nógv frammi í miðlunum, tá hann kom sum ketta úr høvdatroði og varð valdur til stýrisformann í SEV, tá hann og meirilutin í stýrinum høvdu mist álitið á sitandi stýrisformannin, Leiv Hansen, fyri síðani at siga Klæmint Weihe úr starvinum sum stjóra fyri SEV.

Sera nógv varð gjørt burturúr, men endin varð at Kim Durhuus og meirilutin eftir sera drúgt stríð, ikki megnaði at fáa táverandi stjóran í SEV, Klæmint Weihe, frá.

Eftir ársskiftið tekur Kim Durhuus við eftir Heðin Zachariassen sum borgarstjóri í Sunda Kommunu.


Standa saman

Í stuttari viðmerking sigur Kim Durhuus í morgun, at eitt av aðalmálunum hjá honum er at fáa skil á fíggjarstýringina í Sunda Kommunu. Afturat tí sigur hann at har er nokk at taka í, og at hann gleðir seg at sleppa til verka.

Nývaldu bygdaráðslimirnir í Sunda Kommunu hava ikki skipað seg sum meiriluti og minniluti, men taka øll undir við tí býtinum, ið er gjørt, og er talan tí um eina breiða samgongu, sum fevnir um allar bygdarráðslimirnar.



Fakta:

Sunda Kommuna sá dagsins ljós 1. januar í 2005.

Bygdir í kommununi: Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Langasandur, Haldórsvík, Tjørnuvík, Oyri, Oyrarbakki, Norðskáli og Gjógv.

Fólkatal: uml. 1600

Vídd: 157,5 km2

Skattaprosent: 20,6



Sunda Kommuna:


Borgarstjóri: Kim Durhuus

Varaborgarstjóri: Guðrið Samuelsen

Fíggjarnevnd: Kim Durhuus, Sofus Debes Johannesen, Sigrid Christensen, Asbjørn Djurhuus, Hans Dávid Dam

Sosiala nevnd: Sigrid Christensen, Asbjørn Djurhuus, Trygvi K. Joensen

Mentanarnevnd: Thordis Dahl Hansen, Sofus Debes Johannesen, Elsa Andreasen

Umhvørvisnevnd: Finnbogi Midjord, Thordis Dahl Hansen, Elsa Andreasen

Byggi-/býarskipanarnevnd: Trygvi K. Joensen, Hans Dávid Dam, Finnbogi Midjord, Guðrið Samuelsen, Magnus Pauli Dahl Olsen


Fráfarandi bygdarráð

Heðin Zachariassen, borgarstjóri

Árni M. Dam, varaborgarstjóri

Asbjørn J. Djurhuus, bygdaráðslimur (afturvaldur)

Guðrið Samuelsen, bygdaráðslimur (afturvald)

Jana Mouritsen, bygdaráðslimur (afturvald)

Jógvan Mørkøre, bygdaráðslimur

Jónleif Samuelsen, bygdaráðslimur

Kim Durhuus, bygdaráðslimur (afturvaldur)

Kjartan S. Joensen, bygdaráðslimur

Sofus D. Johannessen, bygdaráðslimur (afturvaldur)

Trygvi K. Joensen, bygdaráðslimur (afturvaldur)