Tónleikur
Í dag boðaði Summar Festivalurin frá, at seinna útlendska høvuðsnavnið á festivalinum verður enska poppstjørnan Kim Wilde, sum var eitt av stóru altjóða poppidolunum í 80’unum.
Við sangum sum Kids In America, You Came, You Keep Me Hangin’ On, View From A Bridge, Never Trust A Stranger og fleiri klatraði hon upp á popptindarnar í Europa og í USA, og eisini her heima í Føroyum hevur hon verið sera væl umtókt.
Kim Wilde hevur eftir nøkur friðarlig tónleikaár gjørt eitt rimmar comeback við nýggjari fløgu og stórari konsertferð. So seint sum í mars mánaði í ár spældi hon fyri 100.000 fólkum til eina stórfingna konsert í Bruxelles, og í summar skal hon spæla á stórum festivalum kring Europa – millum annað á Summar Festivalinum.
Kim Wilde fer á síni konsertferð at spæla teir góðu gomlu sangirnar frá 80’unum, og hon fer eisini at tríva í nýggjar sangir frá hennara seinastu útgávu.
- Vit eru ótrúliga fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa Kim Wilde at spæla á Summar Festivalinum. Kim Wilde hevur eina ørgrynnu av kendum sangum, og vit vita av royndum, at slíkar framførslur rigga fantastiska væl til eitt leygarkvøld á Summar Festivalinum. Lagt er upp til eina ordans fólkafest aftur í ár, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
Størsta kvinnuliga poppnavnið
Kim Wilde eitur í veruleikanum Kim Smith og varð fødd hin 18. novembur í 1960 í býlinginum Chiswick, ið liggur í vestara partinum av London. Pápin er hin í síni tíð navnframi sangarin Marty Wilde, sum taldist millum fyrstu ensku nøvnini í upprunaliga rock´n roll rákinum. Mamman er Joyce Baker, sum var kend úr sang- og dansibólkinum The Vernons Girls.
Tónleikaleiðin hjá Kim Wilde varð løgd á ungum árum, og fyrst í áttatiárunum bleiv sáttmáli gjørdur við plátufelagið RAK Records. Fyrsta tónleikaútgávan var singleplátan Kids In America, sum kom í januar mánaða í 1981. Sangurin fór við miklari ferð upp eftir bretska sølulistanum, har hann náddi næstovasta sessin. Sjálvnevnd LP útgáva kom seinni sama ár, og singlepláturnar Chequered Love og Water On Glass settu gongd á viðrákið í heimlandinum og úti í Evropa. Útgávan gjørdist nummar trý á bretska sølulistanum, og hin tá 20 ára gamla Kim Wilde bleiv eftir stuttari tíð størsta kvinnuliga poppnavnið í Evropa.
Risafet innan singlesølu
Næstu árini gav Kim Wilde mest sum eina fløgu út á hvørjum ári, og framgongdin var støðug.
Fimta útgávan hjá Kim Wilde kom í 1986, og singlepláturnar av hesari útgávuni seldu sum heitt breyð. Sangurin You Keep Me Hangin’ On endaði ovast á amerikanska sølulistanum á summri í 1987, og um somu tíð var sangurin Antoher Step best umtóki sangurin í Bretlandi.
Another Step var sum LP útgáva við til at tryggja Kim Wilde eitt sterkt umdømi sum sonevndur singles artistur.
Á sumri í 1988 kom útgávan, ið kom at standa sum sveinastykkið hjá Kim Wilde. Fløgan, sum hevur heitið Close vísir eitt væleydnað tíðarskeið, ið fyrst og fremst er merkt av broytingum. Kim og Ricki Wilde hava skrivað átta av teimum tíggju sangunum á útgávuni, har bert ein sangur hevur orð eftir pápanum. Kendasti sangurin á Close er skrivaður av Kim Wilde sjálvari og eitur You Came. Lagið hevur ein lættan og popputan ljóma, og snýr seg um bróðursonin Marty, ið júst var føddur um hetta mundið.
Tað er av mongum sagt, at øll løgini á Close høvdu staðið seg væl á singleplátumarknaðinum, og til endans komu ikki færri enn fimm av sangunum út í egnum navni. Close lá samanlagt 38 vikur á bretska sølulistanum, og Kim Wilde varð sjálvskrivað sum upphitingarnavn á evropeisku konsertferðini hjá Michael Jackson í 1988. Sætta útgávan hjá Kim Wilde er samstundis hennara mest fagnaða, og er higartil seld í meiri enn tveimum milliónum eintøkum.
Aktuell við nýggjari fløgu
Kim Wilde helt áfram at geva tónleik út í fyrru helvt av 90’unum, men so tók hon ein steðg frá útgávuvirkseminum.
1.september í 1996 giftist Kim Wilde við Hal Fowler, sum hon hevði arbeitt saman við í sangleikinum Tommy, sum bleiv sýndur í London býlinginum West End. Í ávíkavist 1998 og 2000 fingu tey tvey børn saman, og Kim Wilde nýtti ein part av tíðini at røkja áhugan fyri urtagarðsrøkt.
Tónleikaliga hendi sera lítið um hesa tíðina. Í 2001 var hon við á konsertferðini Here & Now, har kend tónleikanøvn úr áttatiárunum vóru á palli, og tvey ár seinni fekk hon mikla undirtøku við sanginum Anyplace, Anywhere, Anytime, har hon syngur saman við týsku songkvinnuni Nena.
8. september í fjør kom fyrsta fløgan við nýggjum tilfari frá Kim Wilde í 11 ár, sum nú hevur sáttmála við plátufelagið EMI. Never Say Never er ein frísklig samanrenning av nýggjum og gomlum tilfari. Átta nýskrivað løg eru finna á aktuellu fløguni, og har afturat eru seks klassikarar hjá Kim Wilde dagførdir – millum annað Kids In America, Cambodia og You Came.
Roynda og vakra songkvinnan við eyðkendu røddini hevur seinastu mánaðirnar spælt konsertir kring stórar partar av Evropa, og leygarkvøldið 4. august stendur enska poppstjørnan á pallinum í Klaksvík sum eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum 2007.
- - -
Fakta
Kim Wilde var fødd í London í 1960.
Fyrsta tónleikaútgávan var singleplátan Kids In America, sum gjørdist eitt risahitt.
Seinasta útgávan hjá Kim Wilde kom í september mánaði í fjør og kallast Never Say Never.
Kim Wilde hevur selt umleið 19 milliónir eintøk av sínum útgávum.
Millum hittini hjá henni eru:
Kids In America
You Keep Me Hangin’ On
You Came
Water On Glass
View From A Bridge
Cambodia
Chequered Love
Four Letter Word
Never Trust A Stranger
- - -
Summar Festivalurin 2007
Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík í døgunum frá 3. til 5. august
Higartil eru hesir bólkar kunngjørdir:
Scorpions
Kim Wilde
Bryan Rice
Hanus G. Johansen
Jógvan Hansen
Páll Finnur Páll
Týr
Fram til týsdagin 8. mai ber til at keypa atgongumerki til Summar Festivalin fyri serligan avsláttur.