Bretsk poppstjørnan Kim Wilde, sum hevur verið ovast á hitlistum í USA og Europa, kemur í summar til Føroya at syngja síni óteljandi hitt fyri føroyingum Í morgun boðaði Summar Festivalurin frá, at seinna útlendska høvuðsnavnið á festivalinum verður enska poppstjørnan Kim Wilde, sum var eitt av stóru altjóða poppidolunum í 80?unum.
Við sangum sum Kids In America, You Came, You Keep Me Hangin? On, View From A Bridge, Never Trust A Stranger og fleiri klatraði hon upp á popptindarnar í Europa og í USA, og eisini her heima í Føroyum hevur hon verið sera væl umtókt.
Kim Wilde hevur eftir nøkur friðarlig tónleikaár gjørt eitt rimmar comeback við nýggjari fløgu og stórari konsertferð. So seint sum í mars mánaði í ár spældi hon fyri 100.000 fólkum til eina stórfingna konsert í Bruxelles, og í summar skal hon spæla á stórum festivalum kring Europa ? millum annað á Summar Festivalinum.
- Vit eru ótrúliga fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa Kim Wilde at spæla á Summar Festivalinum. Kim Wilde hevur eina ørgrynnu av kendum sangum, og vit vita av royndum, at slíkar framførslur rigga fantastiska væl til eitt leygarkvøld á Summar Festivalinum. Lagt er upp til eina ordans fólkafest aftur í ár, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.