Kina hevur nú alment ákært tveir menn úr Kanada fyri njósning.
Tað upplýstu kinesiskir embætismenn í gjár.
Tveir menn úr Kanada, Michael Kovrig og Michael Spavor, hava verið afturhildnir í Kina í 18 mánaðir. Teir vórðu handtiknir, stutt eftir at myndugleikarnir í Kanadag handtóku fíggjarstjóran í kinesiska telerisanum, Huawai, Meng Wanzhou.
Sambært Kanada varð handtøkan av kanadiarunum framd sum hevnd fyri handtøkuna av Meng Wanzhou.
Wanzhou er dóttir stovnaran av Huawai, Ren Zhengfei, og er skuldsett fyri at hava brotið tiltøkini hjá USA ímóti Iran.
Mihael Korvig, sum er fyrrverandi sendimaður, og handilsmaðurin Michael Spavor vórðu hildnir aftur í desember í 2018.
Handtøkan av dóttir Huawai-stovnaran gjørdst byrjanin til eina diplomatiska kreppu millum Kanada og Kina.
Og kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, er harmur um, at Kina hevur valt at ákæra Michael Korvig og Michael Spavor fyri njósning.
– Vit fara framhaldandi at leggja trýst á kinesisku stjórnina fyri at fáa hana at steðga hesi tilvildarilu handtøku av tveimum kanadiskum ríkisborgarum.
– Teir verða afturhildnir bara tí, at kinesiska stjórnin harmast um óheftu tilgongdina í kanadisku rættarskipanini, sigur Trudeau.
Ein kanadiskur dómstólur hevur fyrr góðtikið, at málið um møguliga at lata Meng Wanzhou til USA kann halda fram.
Tann 48 ára gamla Meng Wanzhou varð handtikin á flogvøllinum í kanadiska býnum Vancouver 1. desember í 2018 eftir áheitan frá USA.
Hægstirættur í kanadiska landspartinum British Columbia hevur gjørt av, at Meng helst kann latast USA, tí ákærurnar ímóti henni eisini verða mettar sum brotsverk í Kanada.
Eftir fleiri rættarfundir í januar kom fra, at meng Wanzhou eftir øllum at døma leyg fyri bankanum HSBC um sambandið hjá Huawai til samstarvsfelagan Skycom, sum hevur støð í Iran.
Tann 48 ára gamla Meng Wanzhou heldur fast við, at hon einki galið hevur gjørt.
/ritzau/AFP