Leygardagin 2. desember kl. 14.00 letur forvitnislig listaframsýning upp í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu.
Hetta er fyrsta framsýningin hjá Yan Jingrui, ið er fødd og uppvaksin í Beijing í Kina. Seinastu tvey árini hevur hon búð í Føroyum.
Við á framsýningini eru fleiri enn 20 vatnlitsmyndir, serliga við myndaevnum úr kinesisku náttúruni og íblástri frá siðabundnu kinesisku vatnlitsmyndalistini.
Umframt vatnlitsmyndirnar eru eisini ymiskir hondgjørdir siðabundnir kinesiskir prýðislutir at síggja á framsýningini.
Henda sera sjálvsama og forvitnisliga listaframsýning er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 10.00 til 16.00 og leygardag og sunnudag frá kl.14.00 til 20.00. Framsýningin er opin frá leygardegnum 2. desember til og við sunnudagin 17. desember.
Øll eru vælkomin