Fleiri av teimum fremstu andstøðuleiðarunum í Kina eru handtiknir um vikuskiftið, tí at teir umvegis internetið høvdu eggjað fólki til at fara undir eina Jasmin-kollvelting á sama hátt sum í Tunesia og Egyptalandi.
DR-tíðindamaðurin í Kina, Søren Bendixen. sigur, at eitt væl mannað løgreglulið var í handilsgøtuni Wangfujing í Beijing, har mótstøðufólk vóru komin saman. Løgreglan spjaddi mannamúgvuna, og fleiri fólk vórðu tikin.
Sambært danska tíðindamanninum vísir framferðin hjá løgregluni, at teir kinesisku myndugleikarnir bera ótta fyri, at mótmælini í Norðurafrika og Miðeystri kunnu breiða seg til Kina. Mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at myndugleikarnir hava tikið meiri enn 100 andstøðingar fyri at forða fyri, at teir skulu elva til mótmæli og ófrið.
Kinesiski forsetin, Hu Jintao, segði í gjár, at myndugleikarnir fara at tátta reglurnar um, hvussu fólk kunnu brúka internetið.