Økini eru skilgreinað

Sum støðan er í løtuni ber neyvan til at seta nakra javningarskipan í verk. Vit mugu fyrst skilgreinað uppgávubýtið millum land og kommunur við atliti at nýggja kommunubygnaðinum. Men tað málið ætli eg mær at taka upp í heyst, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Vøllurin er strikaður.

Í einari lógarsamtykt í vár bleiv skilgreinað, hvussu økini skulu síggja út, sum kommunurnar kunnu samstarvað innanfyri ella leggja saman í.

Hetta eru stórt sæð somu økir, sum kommununevndin, ið hevur gjørt álit í spurninginum um nýggjan kommunubygnað, hevur nýtt. Talan er um økini Norðoyggjar, Eysturoy, Sundalagið (sum umfatar norðurpartin av Eysturoy og Streymoy), Streymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy. Við øðrum orðum sjey økir ella kommunur.

Uppskotið í álitinum hjá kommununevndini er kortini øðrvísið enn tað, sum fíggjarmálaráðharrin kundi hugsa sær. Laksáfoss skjeyt upp, at taka pening úr kommunala peningarenslinum í 2008 at seta í ein grunn, og síðani javna úr hesum grunninum út á kommunurnar í 2009.

Men tað uppskotið vann ikki frama.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við kommunumálum, sigur, at neyðugt verður við einum greiðum uppgávubýti millum land og kommunur – eisini við atliti at nýggja kommunubygnaðinum – áðrenn talan kann gerast um at seta í verk eina útjavningarskipan. Og hann nevnir í tí sambandi eitt ítøkiligt dømi.

- Taka vit skúlaøkið, so verður tað alneyðugt, at vit fáa savnað myndugleikan á einum stað, og ikki sum nú á tveimum. Tað er altíð óheppi, um myndugleikin liggur á tveimum støðum, vísir Jacob Vestergaard á.

Við so nógvum kommunum og við so ymiskum støddum á kommununum heldur landsstýrismaðurin ikki, at grundarlag er fyri einari útjavningarskipan.

 

Avgreiðast í heyst

Talan hevur í longri tíð verið um at leggja eldraøkið út á kommunurnar at umsita, men sum støðan er, ber hetta stutt sagt ikki til, tí fleiri kommunur eru so smáar og fíggjarliga so veikar, at tær megna ikki hesa uppgávuna.

Tað verður tí neyðugt at finna útvegir fyri størri kommunueindum, so ella so. Um tað so verður við samanlegging ella við samstarvi er ikki so avgerandi. Men landsstýrismaðurin ivast ikki í, hvat tað betra er.

- Taka vit Suðuroynna sum dømi, so hava vit í dag sjey kommunur í oynni. Tað merkir, at vit hava eina rúgvu av dupultfunktiónum. Og áðrenn vit fáa rationaliserað raksturin av kommunalu eindunum, verður trupult at fremja eitt hóskandi uppgávubýti millum land og kommunur, sigur Jacob Vestergaard.

Nú, tá markið fyri kommunusamanlegging ella samstarvi er greitt, ætlar landsstýrismaðurin í kommunumálum at taka málið upp um uppgavubýtið millum land og kommunur.

Tað verður nakað, sum vit fara at tosa um og finna fram til í heyst. Tí sum eg síggi tað, verður trupult at fáa skilagóðar loysnir á økinum, fyrr enn spurningurin um uppgávubýtið millum land og kommunur er loystur, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.