Livar Nysted skrivar á Facebook um eina ein nokso stuttliga hending í Hvannasundi:
»Nú ein dagin kom ein bilur hjá Sea Shepherd koyrandi her norði. Mitt í tí heila høgga tey bremsurnar í og leypa út úr bilinum. Ein neyðars havhestungi hevði gjørt eina neyðlending á landi, og honum máttu tey sjálvandi bjarga.
Tey kringsettu havhestungan, men tordu ikki ordiliga at taka hann. Hesin feiti ungin helt sikkurt líka lítið um Sea Shepherd, sum restin av Føroyum.
– Við tógvið stríð fingu tey fatur á unganum og so við miklari ferð oman í fjøruna at seta kolosterolbombuna á sjógv. Tey vóru ovurfegin um at hava bjargað unganum – og okkurt »high five« var at síggja.
– Sum tey standa og eygleiða ungan kemur ein skjótt gangandi bátur eftir sundinum. Tað gekk ikki long tíð, so lá ungin í glúpi fyri síðan at verða kiptur av hvannasundsmanni.
Nú er ungin á veg til Havnar og verður seldur fyri 70 krónur...«