Kiri krøv

Heimsstjørnur eru ikki at spæla við

LISTASTEVNAN

 
Dýrasta atgongumerki á ársins Listastevnu kostar 950 kr. Men tað eigur at vera eitt hóskandi lutfall millum prís og góðsku. Tí Kiri Te Kanawa er ikki hvør sum helst. Ert tú ikki ein av teimum mongu stuðlunum, skalt tú rinda hesar góðu 950 krónur fyri at hoyra hennara rødd. Og tað hava longu nógv gjørt.
Men hon er ikki heimsstjørna fyri einki. Krøvini til fyrireikararnar eru nevniliga sera stór. Upprunaliga skuldi Kiri Te Kanawa steðga í eina viku, men steðgurin er styttur nakað. Hennara umboðsmaður hevur verið í Føroyum og góðkent umstøðurnar.
Heimsstjørnan Kiri Te Kanawa er ómetaliga ansin, og krevur tær allarbestu umstøðurnar
Frá tí hon kemur til landið, skal hon hava góðar bilar eftir sær ? Mercedez ella líknandi. Og hon skal hava alt at vita um frástøður og ferðing og annað. Ikki ber til at skipa fyri útferðum við henni ? tað er nakað, hon avgerð, tá hon kemur til landið. Allar avtalur skulu vera gjørdar, áðrenn hon kemur. Alt skal byrja rættstundis, og hon skal allatíðina hava atgongd til mat og tær bestu umstøðurnar at hvíla seg. 
Ein vøddamýkjari skal vera tøkur, um henni tørvar tað. Alt hetta ger hon fyri, at einki skal koma í vegin fyri, at røddin megnar konsertina.
Oddvá Nattestad, samskipari, sigur, at tað ikki er nakar trupulleiki hjá Listastevnuni at eftirlíka krøvnini, men tað er sjálvandi ein avbjóðing.
- Vit hava somikið góð fólk og góðar umstøður í Norðurlandahúsinum, at tað ber til, sigur Oddvá, sum væntar eina rimmar konsert.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heimsnavn
À konsertini 7. august fer Kiri Te Kanawa at syngja millum annað Mozart. Men Kiri Te Kanawa hevur heilt nógv at bjóða ? eisini meira modernaðan sang.
Fyrireikarnir siga, at hon er helst kendasta listafólk, ið nakrantíð hevur verið vitjað í Føroyum. Hon er millum tey allarbestu í heiminum, og hon hevur framført á øllum teimum heimsgitnu pallunum kring heimin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki fyri einki
Kundi tú kanska hugsað tær, at fingið Kiri Te Kanawa at sungið fyri tær. Ella situr tú kanska og ivast í, um hon veruliga er so góð, sum tey klóku siga.  Tað verður í øllum førum ein rættiliga kostnaðarmikil roynd. Tí Kiri Te Kanawa fær 700.000 krónur fyri ómakin í Føroyum. Enn ein staðfesting av, at hon er ein heimsstjørna.