Kirkjan fer kanska at umrøða svínakrím

Tað er onki nýtt at kirkjan leggur dent á reinføri, men tað er væl møguligt, at vit eisini fara at geva ávísar leiðreglur fyri at forða svínakrími at spjaða seg, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur

- Í føroysku fólkakirkjuni hava vit ikki umrøtt støðuna viðvíkjandi svínakrími. Men tað kann henda, at hetta er ein spurningur, vit fara at taka upp, fyri at kirkjan eisini kann gera sítt til at forða fyri smittuspjaðing.

Tað sigur Jógvan Fríðrikson, bispur.

Í gjár frættist, at kirkjuligir myndugleikar í stóra Bretlandi hava gjørt leiðreglur fyri, hvussu kirkjan skal bera seg at fyri at forða svínakrími í at spjaða seg.

Í hesum sambandi verður mælt frá at brúka felags kalik, tá ið altargongd er.

Jógvan Fríðrikson sigur, at hetta er ikki ein spurningur, sum er viðgjørdur í føroysku fólkakirkjuni.

Men tað verður kanska tikið upp, leggur hann afturat.


Tíðin farin frá felagskaliki

Hinvegin staðfestir hann, at eftir hansara tykki er tíðin farin frá felagskaliki og tí mælir hann til at allr kirkjur fara yvir til at brúka serkalikar.

Hann heldur, at er tað ein fíggjarligur spurningur, ber til at brúka einnýtisløs úr plasti í fyrstuni. Kortini heldur hann eisini, at tað, sum brúkt verður í altargongini eigur at avspegla álvaran og tignina í gerðini og tí heldur hann ikki, at einnýtisgløs eru ein varandi loysn, men í eini skiftistíð er onki í vegin fyri tí.

Hinvegin legur bispur dent á, at tað er einki nýtt, at føroyska kirkjan er ógvuliga tilvitað um at hava reinførið í hásæti og tí verður farið væl um kalikar og alt annað, sum brúkt verður.

Annars eru tað ógvuliga fáar kirkjur eftir, sum brúka felags kalik, men tað verður gjørt, heldur hann, at tað eigur at verða skift til serkalik.


Stórur munur á altargongd

Annars vísir hann eisini á, at altargongd í bretsku kirkjuni er nógv øðrvísi enn her hjá okkum.

Í føroysku kirkjuni er altargongd ikki hvønn sunnudag og tað er heldur ikki alt kirkjufólki, sum er til altars.

Í bretsku kirkjuni er altargongd hvønn sunnudag og eisini gerandisdagar og har er alt kirkjufólki til altars og tey brúka felags kalik.

Tí er talan um ein heilt annan smittuvanda enn í føroysku kirkjuni.

Bispur heldur eisini, at smittuvandin av eini krímsjúku skal takast í álvara.

- Vit fara at lurta eftir teimum tilráðingum, sum landslæknin kemur við, men tað er eisini ógvuliga umráðandi, at kirkjan ikki leypir ótta á fólk.

- Sjálvandi er tað ringt at fáa krímsjúku, men tað er líka ringt at verða so sjúk í lívinum, at vit ikki torir at liva, sigur Jógvan Fríðrikson.

Les eisini greinina: Ólavsøkugudstænasta ikki í vanda