Ísrael hevur lopið á seks flogvallir í Iran, og ísraelski herurin, IDF, sigur í morgun, at 15 iransk flogfør eru oyðiløgd í álopunum.
Hetta veit Reuters at siga, og kelda til tíðindini er ísraelska ávísin, Haaretz.
- Flogvallir í vestri, eystri og miðskeiðis í Iran eru álopnir, sigur IDF sambært Reuters.
Iran hevur eisini lopið á mál í Ísrael, og verjuskipanir og ávaringarlúðrar vóru í gongd í landinum.
Bert nakrar minuttir eftir, at IDF visti at siga, at iranskar rakettir og dronur vóru á veg móti Ísrael, var eitt nýtt iranskt álop ávegis.
- Fleiri av iransku rakettunum vórðu skotnar niður, meðan aðrar raktu ymsastaðni í Ísrael.
Sambært Reuters raktu iranskar rakettir Lachish-økið sunnanfyri Jerusalem, og hildið verður eisini, at rakettir raktu Ashod-økið har suðuri í Ísrael.
Aftur í morgun hevur Iran skotið rakettir eftir Ísrael, men sambært ísraelsku bjargingartænastuni eru ongar fráboðanir komnar um persónsskaðar.
Í dag eru 11 dagar, síðan Ísrael leyp á Iran, og síðan hava londni sent rakettir og dronur eftir málum hjá hvørjum øðrum.
Um vikuskiftið leyp USA eisini á fleiri kjarnorkuskipanir í Iran.