Soleiðis skrivar Magni Dalsgaard, arkitektur, á Facebook, har hann nevnir møguleikan at flyta nýggju kirkjuna á Argjum.
Hugskotið hjá honum er, at kirkjan verður flutt slakar 300 metrar vestureftir og bygd á heygnum norðan fyri Sandá og niðan fyri kirkjugarðin við Velbastaðvegin í Havn.
– Staðsetingin av Argja kirkju hevur í seinastuni skapt kjak, og tað er spell, tá bæði kapping og loyvi eru avgreidd. Tó loyvi eg mær at koma við einum hugskoti til staðseting av kirkjuni. Her verður hugsað um, at kirkjan verður flutt nakað frá nærmastu húsunum, og kemur at standa á einum heyggi, skrivar Magni Dalsgaard.
– At ein kirkja liggur nærindis einum kirkjugarði kann bara vera betri, skrivar hann.
Hóast talan er um somu kommunu, so merkir tað, at Argja kirkja verður flutt av Argjum til Havnar, um hon fer yvir um ánna. So er spurningurin, hvat argjafólk høvdu sagt til tað?