Kirkjan vil náa tey yngru

Vesturkirkjan bjóðar til gudstænastu ætlað einum yngri málbólki

Sunnudagin klokkan 16.00 verður G2 í Vesturkirkjuni. Hetta er nýggja gudstænastan, sum er hvønn fyrsta sunnudag í mánaðinum. Hon verður kallað G2, tí hetta er onnur gudstænastan hesar sunnudagarnar.

 

Henda gudstænastan er øðrvísi enn gudstænastan sunnumorgnar. Felagssangurin er nýggjari kristin sangur, har ein tónleikabólkur spælir undir.

- Foreldur eru vælkomin at taka børnini við. Pláss verður gjørt í kirkjuni, har ið børnini kunnu vera. Serligur dentur verður lagdur á felagsskapin við millum annað kirkjukaffi, har fólk kunnu koma hvørjum øðrum við, skrivar Derhard Jógvansson, prestur, í innbjóðingini.

 

Prestur sigur, at hildið verður fram við prædikurøðini frá seinastu ferð, og verður dentur komandi sunnudag lagdur á, hvussu vit menniskju stríðast við ringari samvitsku yvir ikki at halda teir karmar, vit meta vera sunnar og góðar. Samstundis vóna vit eina bjartari framtíð. Hetta hevur Bíblian nakað sera jaligt at siga um, sigur Derhard Jógvansson, prestur, ið sjálvur prædikar hendan sunnudagin.