Í sambandi við yvirtøkuna kemur danski kirkjumálaráðharrin, Bertel Haarder á almenna vitjan, og biskupar úr Danmark, Noregi, Íslandi og Grønlandi vitja.
Ólavsøkudag verða málsøkini ?fólkakirkjan? og ?onnur trúarsamfeløg? yvirtikin skrivar Mentamálaráðið í kunningarskrivi í sambandi við at kirkjuøkið verður yvirtikið
Yvirtøkan sjálv hendir ólavsøkudag, tað vil siga á midnátt náttina til ólavsøkudag, tá lógin, ið løgtingið hevur samtykt um yvirtøkuna, kemur í gildi.
Í sambandi við yvirtøkuna kemur danski kirkjumálaráðharrin, Bertel Haarder á almenna vitjan, og biskupar úr Danmark, Noregi, Íslandi og Grønlandi vitja.
Ólavsøkudag klokkan 15.00 skriva landsstýrismaðurin í mentamálum og danski kirkjumálaráðharrin undir avtalu um samstarv á økinum. Í hesum sambandi verður alment hátíðarhald í Norðurlandahúsinum klokkan 15.00.
Tónleikurin verður hesin:
Aldubáran spælir
Kór Glyvra Kirkju, stjórnað av Meinhardi Bjartalíð, sóknarpresti, syngur
Kingobólkurin syngur
Tríggir stuttir fyrilestrar verða:
Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur og formaður í prestafelagnum hevur fyrilestur um føroyskt kirkjumál.
Jógvan Fríðriksson, sóknarprestur og formaður í føroysku sjómanskirkjuni hevur fyrilestur um sjómanskirkjuna.
Hans Jacob Joensen, biskupur hevur fyrilestur um bíbliuumsetingar og annað.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bertel Haarder, danski kirkjumálaráðharrin og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður halda røður.
Um kvøldið verður døgurði fyri útlendsku gestunum og øðrum innbodnum.
Bertel Haarder, kirkjumálaráðharri, fer av aftur landinum seinnapartin týsdagin 31. juli.