Múrurin í Kirkjubø er nú alment búmerki hjá Kirkjubøar Kommunu.
Kirkjubøar Kommuna skrivaði í fjør út kapping um at gera nýtt búmerki til kommununa.
Í dómsnevndina, sum skuldi døma innkomnu uppskotini vórðu vald:
Gunnar Hoydal, rithøvundur, Jákup Zachariassen, grafikari, Hannis Egholm, arkitektur og Óluva Niclasen, bygdarráðslimur í Kirkjubøar Kommunu.
Tað komu 17 uppskot til nevndina at taka støðu til.
Á samkomu á Velbastað í gjár vóru vinnarauppskotini kunngjørd. Latnar vórðu virðislønir fyri trý tey bestu uppskotini.
Vinnari gjørdist Anni Arge Lamhauge úr Havn, sum hevði teknað Kirkjubømúrin.
Í grundgeving síni fyri at velja hetta uppskotið sigur dómsnevndin, at :
»...Uppskotið er søguliga eyðkennið fram um onnur og soleiðis skapað, at eingin, ið sær búmerkið, ivast í, hvørja kommunu í Føroyum, talan er um.«
Vinnarin fekk ein kekk upp á 4.000 krónur í fyrstu virðisløn.
Onnur virðisløn, sum er ein kekkur áljóðandi kr. 3.000, fór til Martin V. Tórgarð í Havn.
Hann hevði teknað Maltesarakrossin, sum er at síggja í Kirkjubømúrinum.
Um hansara uppskot sigur dómsnevndin:
»...Uppskotið er grafiskt einfalt og avmyndar vígslukross, ið umframt at vera eyðkenni á staðnum, gevur samband við søgu og kristnitrúgv.«
Triðju virðisløn á kr. 1.500 fekk Oddbjørg Poulsen í Havn.
Eisini hon hevði brúkt evni úr Múrinum til sítt uppskot.
Hennara uppskot var ein tekning av hurðini millum forkirkjuna og skipið í Múrinum.
Um uppskotið sigur dómsnevndin:
»...Uppskotið er tað einfaldasta av teimum innkomnu, eitt tekin, sum minnir um tað farna, men samstundis er opið og dreymakent.«tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.