Kirkjubússan avloyst av sms’um

Gloym alt um kirkjubússuna og tendra fartelefonina. Sms-innsavningar eru komnar fyri at verða.

Nú er ikki longur neyðugt hjá dønum at hyggja í mappuna eftir peningi, tá talvan gongur í kirkjuni ella ein gongur framvið einari bússu í samkomuhúsinum.
Sum kirkjufólk kann ein nú fara eftir fartelefonini og sms’a sítt ískoyti til íalt 37 kristiligar felagsskapir í Danmark, m.a. til Kirkefonden.
Her hevur ein roynt eina slíka skipan, og í fjør vórðu savnaðar 60.000 kr. inn á henda hátt. Hetta er eitt gott ískoyti til tær 7 mió kr. sum annars verða savnaðar inn um árið til grunnin.