- Síðsta hond verður nú løgd á nýggja partin av kirkjugarðinum á Knúgvum.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu.
Tað var í mai í fjør, at farið varð undir at útbyggja kirkjugarðin á Knúgvum í Vestmanna, og í heyst var alt lendisarbeiðið liðugt.
- Lendið hevur nú havt tíð at seta seg, og nú er arbeiðið tikið uppaftur.
Tað er Articon, sum nú er í holt við at rætta lendið til og gera gøtur millum hillarnar, framvið og oman á Gerðisveg.
- Ætlanin er at planta trø og runnar í vár - fyri lívd og hugna, siga tey í Vestmanna kommunu.
Lagt verður aftrat, at nýggi parturin av kirkjugarðinum er uppbygdur eins og tann eldri - við hillum eftir lendinum og er at kalla spegilsvendur frá tí eldra.
- Við útbyggingini verða 200 dupult gravarpláss tøk aftrat verandi plássum, siga tey í Vestmanna kommunu.










