Týsdagin beindi amerikanska sendistovan í Keypmannahavn burtur 44 fløgg, sum ein danskir veteranar stutt frammanundan høvdu sett upp í planturar framman fyri sendistovuna.
Hesum boðar TV 2 frá.
Flaggini vórðu sett upp, eftir at Donald Trump, amerikanski forsetin, segði í samrøðu hósdagin, at NATO-hermenn í Afghanistan "hildu seg eitt sindur aftur, eitt sindur burtur frá hermótinum".
Fløggini umboða teir 44 donsku hermenninar, sum lótu lív í Afghanistan undir næstan 20 ára hernaðarátakinum.
Í dag legði TV 2 eitt video út, har tú sært, at fløggini verða burtur úr urtapottum fram við gongubreytini.
Á X finst politiski talsmaðurin fyri Eindarlistan, Pelle Dragsted, at fløggini verða beind burtur.
– Horribul vantandi respekt. Fyrst svínar Trump okkara veteranar til. Nú beinir amerikanska sendistovan fløggini burtur, sum minnast okkara falnu. Hava tey onga skomm í lívinum?
Jens-Kristian Lütken úr Vinstra, sum er borgarstjóri í heilsu- og umsorganarmálum í Keypmannahavn, er eisini atfinningarsamur.
Sambært TV 2 væntar hann, at kommunan fer at kanna, um sendistovan hevði rætt til at beina fløggini burtur, sum vóru á almennum lendi.
Tað kann starvsfelagi hansara, borgarstjórin fyri børn og ung, Jakob Næsager, ikki ímynda sær.
##med2##
– Eg vil føra fram, at amerikanska sendistovan hevur handlað ólógliga, sigur hann við TV 2 og leggur afturat, at hann vil hava uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, at reagera.
Leygardagin skipar felagið Danske Veteraner fyri mótmælisgongu í Keypmannahavn, har skrúðgonga verður úr Kastellet til amerikonsku sendistovuna.
Tá mótmælisfólkini koma, verður tøgn í fimm minuttir. Tað stendur í innbjóðing, sum limir í Nordsjællands Garderforening hava fingið. Heitt verður á limirnar um at luttaka.
Hvør av teimum fimm minuttunum verður til heiðurs fyri ymiskar greinar í Verjuni umframt fyri sivil starvsfólk.
/Ritzau/











