Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett Eyðhild S. Dam Hansen í starv sum fíggjarleiðari frá 1. januar 2026.
Hon hevur síðani august arbeitt ein dag um vikuna á skrivstovuni, har hon hevur hjálpt við bókhaldi, roknskapi og øðrum rakstraruppgávum.
Nú er hon sett í starv hálva tíð og verður ein fastur partur av starvsfólkahópinum og dagligu leiðsluni.
Hetta skrivar trubodin.fo millum annað.











