Kirkjumálaráðið fekk hvítt pulvur í brævi

Løgreglan í Keypmannahavn varð fyrrapartin boðsend at koma til kirkju- og javnstøðumálaráðið, tí eitt bræv við hvítum pulvuri var komið hagar við postinum. Brævið var stílað til Manu Sareen, kirkjumálaráðharra, men hann var ikki á skrivstovuni.

Løgreglan sendi pulvurið til kanningar hjá Kemisk Beredskab, og har vísti tað seg at vera blanding av mjøli og onkrum øðrum óskaðiligum evni.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at løgreglan í Keypmannahavn verður boðsend, tí myndugleikar hava fingið bræv við hvítum pulvuri í. Í januar varð eitt bræv við pulvuri funnið á Christiansborg, men heldur ikki ta ferðina var talan um nakað vandamikið innihald.